In.fo hevur fólk á staðnum á Tvøroyri, har samgongan hevur fundast seinastu tveir dagarnar, í royndini at fáa fiskivinnunýskipanina til høldar. Tað hevur verið nakað at mótstøðu í Javnaðarflokkinum og Framsókn um uppskotið hjá landsstýrismanninum, og tí hevur samgongan mett tað neyðugt at møtast og fáa greitt innanhýsis fløkjurnar.
Sí eisini videobrotið frá Smyrli: Skulu hava semju um fiskivinnuna um eina løtu
Av Tvøroyri frættist, at Høgni Hoydal ikki væntar, at nøkur semja verður gjørd í kvøld. Men hann er kortini bjartskygur, tí hann væntar, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn samgongan fer at leggja eina endaliga fiskivinnunýskipan fram.
Ætlanin var, at nýskipanin og samgongan helst við, skuldu bera ella bresta klokkan 17.00 í dag, men so er eftir øllum at døma tó ikki.
Seinastu tveir tímarnar hevur ein arbeiðsbólkur sitið og tikið saman um, og meðan hava tingfólk vitjað runt ymsastaðni í Suðuroynni.
Nú er fundurin at kalla liðugur har suðuri – tað má hann vera, tí Smyril fer av keið klokkan 18.30, og tá skal samgongan vera við.
Okkara reportarar av Tvøroyri siga, samgongutingfólk hava latið væl at fundinum, hóast tey ikki hava avdúkað, hvørt nýskipanaruppskotið verður egg ella ungi, tá ið avtornar.
Meira um telvingarnar á in.fo seinni.