Hovbingar lítlan áhuga í at brúka sín rætt

Ikki meiri enn gott og væl annarhvør hovbingur var á vali, nú umval var til bygdaráðið mikudagin. Hovbingar hava yvirhøvur lítlan áhuga fyri kommunupolitikki

 

Bygdaráðsval


Hovbingar tíma ikki serliga væl at fáast við kommunalpolitikk.

Hetta kom so týðiliga sum ongantíð fyrr til sjóndar týsdagin, tá ið umval var til bygdaráðið.

Upprunaliga bygdaráðsvalið varð lýst ógyldugt av tí at tað vísti seg seinni, at eitt av valevnunum var íslendskur ríkisborgari og hevði tí ikki valbæri í Føroyum.

Tað var Margrét Jóhannsdóttir, sum á valinum 21. november fekk seks atkvøður og fekk sæti í bygdaráðnum í lutakasti við Dagfríð Hovgaard, sum eisini fekk seks atvkøður.

Av tí sama gjørdi kommunala eftirlitið av, at umval skuldi vera í Hovi týsdagin, 6. februar. Á valinum hesuferð høvdu bara tey somu valrætt, sum høvdu valrætt 21. november.

Tey vóru 94 í tali, men síðani tann vallistin varð gjørdur, eru trý fólk deyð, so týsdagin høvdu 91 fólk valrætt.


Lítil áhugi

Hovbingar hava yvirhøvur lítlan áhuga fyri kommununalpolitikki. Oftani er bara tann eini listin uppstillaður og mangan hava tey verið noydd at seta fólk á listan, uttan at spyrja tey eftir, um tey vilja verða uppstillað, tí tað hevur heldur ikki verið gravgangur eftir at sleppa á listan. Tað hava tey kunnað gjørt, tí tað er ein borgaraskylda at lata seg stilla upp til kommunuval.

Valið hesuferð var onki undantak.

Á valinum 21. november var bara ein listi. Og á valinum nú týsdagin var bara hesin sami listin uppstillaður, einasti munurin var, at Margrét Jóhannsdóttir, sum ikki hevði valbæri, var tikin av listanum. Sostatt høvdu hovbingar sjey valevni at velja ímillum hesuferð, ístaðin fyri átta á valinum 21. november.

Á valinum 21, november greiddu 65 veljarar atkvøðu av teimum 94, sum høvdu valrætt. Tað er ikki meiri enn 69,1%, sum man vera millum lægstu valluttøkur í landinum.

Á valinum hesuferð var luttøkan enn minni. Óivað hevur kavaveður og ringt geingi gjørt sítt til, at so fá vóru á vali. Týsdagin vóru nevniliga bara 57 fólk á vali av teimumn 91, sum høvdu vælrætt. Tað eru 62,6% av veljarunum.

Leingi sá tað út til, at luttøkan fór at verða enn lægri, tí á miðdegi týsdagin høvdu bara sjey fólk valt, afturímóti 13 fólkum á miðdegi á valinum 21. november. Klokkan 16. týsdagin høvdu bara 15 fólk valt, og tað er eisini nógv minni enn fyrru ferð.

Teir tríggir limirnir í Í valstýrinum duga tey ikki at siga, hvussu tað ber til, at hovbingar hava so lítlan áhuga fyri kommunalpolitikki.

Men í valstýrinum høvdu tey lagt upp fyri, at at tað bleiv langt ímillum veljararnar . Tær báðar konurnar í valstýrinum høvdu stokkar við og formaðurin stytti sær stundir við onrkum av teimum mongu bókunum, sum eru í skúlanum, har valið var.


Tey somu

Annars broytti valið týsdagin ikki nógv um bygdaráðið. Einasta broyting var, at Dagfríð Hovgaard kom í bygdaráðið fyri Margrét Jóhannsdóttir. Margrét var júst vald 21. november í lutakasti við Dagfríð.

Annars eru bygdaráðlimirni í Hovi nú hesi: Fyrst vald er Emma Petersen við 18 atkvøðum, síðani fekk Jákup Petur Joensen 14 atkvøður, Alexius Midjord fekk 8 atkvøður, Dagfríð Hovgaard fekk seks atkvøður. Fimti bygdaráðslimurin í Hovi er Delmar Tausen, sum fekk 5 atkvøður

Hann varð valdur í lutakasti við Sonnu Elinu Hovsgarð, sum eisini fekk 5 atkvøður, men sum sostatt ikki varð vald. Niels Jespersen fekk eina atkvøðu og varð sostatt heldur ikki valdur.