House of Cards aftur útsett

Enn er óvist hvat hendir við næstu sesong av sjónvarpsrøðini House of Cards, eftir at fleiri menn hava ákært Kevin Spacey, ið hevur ein av høvuðsleiklutunum í sjónvarpsrøðini, fyri ónærisligan atburð.


Sambært norska miðlinum VG, so hava starvsfólkini í sjónvarpsrøðini fingið boð um, at fyribils steðgurin, ið hevur vart í umleið fýra vikur nú, er longdur við tveimum vikum aftrat.


- Vit halda fram við samstarvinum við Netflix í vónini um at byrja framleiðsluna aftur. Meðan vit áhaldandi viðgera støðuna, hava vit avgjørt at starvsfólkini fáa løn í tvær vikur aftrat, skrivar stjórin í Media Rights Capital, í brævi sent fjølmiðlunum, og sum amerikanski miðilin Deadline hevur fingið hendur á.


Stóri spurningurin er, um væl dámda sjónvarpsrøðin kann halda halda fram uttan Kevin Spacey, ið hevur havt leiklutin sum fyrrverandi forsetin Frank Underwood. Í brævinum til starvsfólkini leggur stjórin dent á, at sjónvarpsrøðin er størri enn ein persónur.


- Síðstu tveir mánaðirnar hava verið torførari enn nakar kundi ímynda sær. Men vit hava lært, at hendan framleiðslan er størri enn ein persónur, og vit eru sera errin av at vera knýtt til tann mest trúfasta og dugnaliga starvsfólkahópin í vinnuni, skrivar stjórin í brævinum.


Upptøkurnar steðgaðu í endanum av oktober, tá sjónleikarin Anthony Rapp ákærdi Kevin Spacey fyri ónærisligan atburð móti sær, tá hann var 14 ára gamal. Síðan hava fleiri menn deilt líknandi søgur um óhóskandi atburð frá kenda sjónleikaranum.


Netflix hevur longu gjørt greitt, at felagið kvettir alt samstarv við Kevin Spacey, og sambært the New York Post, so verður Frank Underwood ikki ein partur av nýggju sesongini.