Hótti við at sorla løgreglumann

Ein 36 ára gamal maður varð dømdur 20 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava framt harðskap móti og hótt ein løgreglumann.

Ein 36 ára gamal maður varð dømdur 20 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava framt harðskap móti og hótt ein løgreglumann.

 

Ein maður, ið varð heima í Føroyum í páskafrí, var farin ein býtúr í Klaksvík. Út á kvøldið var hann farin at skeldast við ein vinmann. Hann mintist ikki heilt, hvat hendi, tí hann hevði drukkið heilt fitt hetta kvøldið, greiddi hann frá.

 

Komin út í tún uttan fyri skeinkistaðið, dettur hann. Hann minnist ikki, um hann snávaði ella varð skumpaður, men minnist, at hann føldi seg hóttan og verjuleysan, har hann lá.

 

Ein løgreglumaður sær mannin falla, og skundar sær til skeinkistaðið, fyri at forða fyri, at nøkur illstøða stendst av. Løgreglumaðurin greiddi í rættinum frá, at maðurin, ið var dottin, var rættiliga illur, og ætlaði sær at berjast við onnur, ið vóru rundan um. Løgreglumaðurin stóð fyri og í staðin vendi maðurin øðina móti løgreglumanninum.

 

Maðurin bæði skumpaði og rópti eftir løgreglumanninum. Hann lovaði, at hann skuldi sorla løgreglumannin, kallaði hann ein helvitis tapara og maktsjúkan pansara. Hann sló hendurnar hjá løgreglumanninum til viks, tá hann rætti tær móti honum og skræddi strípurnar av økslunum á løgreglumanninum.

 

Løgreglumaðurin metti, at maðurin var so torførur at hava við at gera, at hann at enda hótti við at nýta piparspray móti manninum, um hann ikki sissaði seg.

 

Maðurin var at enda handtikin fyri at hava órógvað lóg og landaskil, men østi seg aftur, tá hann sat í varðhaldinum. Tá hevði hann aftur hótt løgreglumenninar, ið handtóku hann.

 

Maðurin var ein angrandi syndari í rættinum. Hann segði, at hann ongantíð hevði sligið nakran, og at hann als ikki var nakar harðligur persónur. Hann greiddi frá, at hann ikki kendi løgreglumannin og at einki persónligt lá aftan fyri, men at tað vóru orð, søgd í fyllskapi, ið vóru atvoldin til hendingina.

 

Dómarin valdi at revsa mannin við einum treytaðum dómi á 20 dagar, við eini royndartíð upp á tvey ár. Hann skal eisini gera ólønta samfelagstænastu í 40 tímar innan næstu seks mánaðirnar.

 

Dómarin vísti á, at talan bæði var um harðskap og hóttanir og at eingin ivi var um, at ákærdi visti, at maðurin var løgreglumaður. Dómarin tók hinvegin atlit til, at talan var um skumpan og ikki meiri harðlig sløg, at maðurin hevði góð persónlig forhold, at hann ongantíð var revsaður fyrr og at hann angraði sínar gerðir. Tí varð allur dómurin gjørdur treytaður.