Millum áhoyrararnar í Norðurlandahúsinum mikudagin fyrrapart var eisini Oddbjørg Højgaard, og eins og øll hini, dámdi henni væl tað, hon hoyrdi.
- Eg eri øgiliga væl nøgd við tað, sum varð lagt fram, og positivt ovfarin. Eg haldi, at hetta er nakað, vit hava manglað, og eg eri spent upp á at sleppa at brúka hetta, sigur Oddbjørg Højgaard.
Nýggja brandingin verður ikki sett í verk fyrr enn til vertíðina í 2014.
- 2014 er rættiliga nær, so hvat ítøkiliga fer at koma burtur úr er ilt at siga, men nú hava vit í hvussu er ein felags front og kunnu branda Føroyar saman. Vit koma at standa sterkari og tað er neyðugt, tí vit eru eitt so lítið land, at vit mugu hava eina sterka branding, sigur Oddbjørg Højgaard.
Føroyar skulu nú brandast upp á un-, ella ó.
- Eg haldi, at tað er gott, akkurát tí, at tað er un. Føroyar eru so óspiltar, óvitjaðar og óútrokniligar, og ferðafólk eru ovfari av, at vit hava eitt so vakurt land, sigur Oddbjørg Højgaard.
Hon ivast ikki í, at nýggja brandið fer at vekja áhuga fyri Føroyum.
- Heilt vist, tað eri eg ógvuliga sannførd um, sigur Oddbjørg Højgaard, stjóri á Hotel Hafnia.
Óvart á
Eisini Jóannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum og nevndarformaður í Ferðaráðnum, er væl nøgdur.
- Eg haldi, at hetta er ógvuliga positivt, og tey flestu, sum eg havi tosað við, taka væl undir við tí, og kunnu identifisera seg við brandinum og tí, tað stendur fyri, og tí slogan, sum er valt, sigur Jóannes Jensen.
Hann ávarar kortini ímóti at halda, at nú kemur alt av sær sjálvum.
- Brandið ger einki sjálvt, um vit ikki brúka tað. Vit hava nú gjørt 5%, og so er tað upp til okkum øll at gera tey eftirverandi 95%, sigur Jóannes Jensen.
Tað kom eitt sindur óvart á hann, at Føroyar nú skulu brandast sum eitt ó-land.
- Ja, tað má eg siga. Í fyrstani hugsaði, at talan var um eitt negativt orð, men hinvegin, tá eg so fekk at vita, hvussu teir eru komnir fram til at brúka un, og tá tú fær at vita, at tað finnast út við 2000 un-orð, harav bert 3% er negativ, so fær tú eina aðra fatan, sigur Jóannes Jensen.
Hann sigur, at vit jú eru einastandandi.
- Tað er jú tað, ið ger okkum serlig sum ferðamannaland, og vit kennast butur úr hinum, sigur Jóannes Jensen.
Arbeiðið er tó ikki liðugt við hesum.
- Vit hava longu tikið næsta stigið á leiðini, og ein strategi liggur longu inni á heimasíðuni hjá visitfaroeislands, sigur Jóannes Jensen.