Hotellini stríðast fyri at yvirliva

- Ferðafólk úr Týsklandi, Spania, Hálandi, Avstralia, USA og Kina skuldu komið higar í ár, men alt er avlýst, sigur hotelstjóri.

 

 

Eins og í mongum øðrum londum, er støðan eisini vorðin trupul hjá hotellunum í Grønlandi. Nú summarvertíðin nærkast, heitir Visit Greenland á fólk um at halda frí í egnum landi.

- Sjálvstýri og kommunurnar kunnu hjálpa hotellunum við at seta í verk skeið og ráðstevnur, soleiðis at vit kunnu arbeiða okkum út úr kreppuni, sigur Jim Riis, sum eigur Hotel Qaqortoq.

Á Hotel Qaanaaq í norðara parti av Gønlandi hevur Hans Jensen stórt sæð stongt hotellið, longu áðrenn vertíðin er komin í gongd.

Sermitsiaq veit at siga, at undir vanligum umstøðum hevði Hans Jensen nú nærkast hávertíðini við ferðafólki úr øllum heiminum - til gleði fyri øll tey í Qaanaaq, sum starvast innan ferðavinnu.

Men, her koma bara avboð, og býurin er tómur.

- Ferðafólk úr Týsklandi, Spania, Hálandi, Avstralia, USA og Kina skuldu komið higar í ár, men alt er avlýst, sigur Hans Jensen.

Hann vísir á, at støðan er ikki haldbar, nú eisini flúgviforboðið er longt, og tískil noyðist hotellið at søkja um at gerast partur av hjálparpakkanum.

- Vit eru jú bundin at ferðafólki, sum vitja okkum, leggur hann aftrat.

Í hinum endanum av Grønlandi sær heldur ikki ov væl út.

- Eitt hotell livir at ferðafólki, so slík støða, sum vit í løtuni eru í, er ein katastrofa fyri okkara vinnu, sigur stjórin á Hotel Qaqortoq, Jim Riis, sum enn ikki hevur sagt nøkrum úr starvi.

Hann vísir á, at roynt verður at halda saman upp á starvsfólkini so leingi, sum pengar eru í kassanum, sum hann tekur til.

- Vit hava roynt at fingið lønarískoyti, men hetta gjørdist láturliga lítið. Vit fingu einans 42.000 av tilsamans 210.000 krónum.

Hotelstjórin á Hotel Qaqortoq, Jim Riis, sigur við Sermitsiaq, at faktiskt er afturhildni A-skatturin hjá hansara starvsfólkum størri enn tann stuðul, sum tey kunnu fáa.