Hotellið merkir tunnilin

Á Hotel Vágum hava tey merkt økt virksemi, hendan mánaðin, Vágatunnilin hevur verið opin

Tunnilsárin

Vágar:
Á Hotel Vágum merkja tey, at meira hevur verið at gjørt, síðan undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi lat upp fyri einum mánaða síðani.
Kári Hentze, leiðari á Hotel Vágum, sigur, at tað merkist eisini á útlitunum fyri árinum, sum júst er byrjað, at fast samband er fingið við meginøkið.
Tað hevur verið væl meira at gjørt á hotellinum um vikuskiftini, síðan undirsjóvartunnilin lat upp, enn vanligt hevur verið hini árini. Fólk eru komin av oynni at fáa sær ein bita, og onkur hevur so gist eisini.
?Tað eru fók ymsastaðni úr landinum, sigur Kári Hentze. Vit hava lagt merki til, at eysturoyingar hava verið fleiri her, sigur hann. Eisini mitt í viku hevur verið framgongd at merkt, um enn ikki í sama mun sum um vikuskftini.
Hetta er heilt øðrvísi enn árini frammanundan, sigur Kári Hentze. Tá hevur virksemið verið rættiliga avmarkað hesa árstíðina.
Hann hevur vónir um, at hetta fer at halda á. Í hvussu er merkist longu nú nógv størri áhugi fyri gistingum á Hotel Vágum í summarhálvuni, enn fyrr hevur verið. Serliga eru tað bólkarnir, sum liggja longri í Vágum.
?Fyrr var vanligt, at tá eitt ferðalag kom til Føroya, varð gist eina nátt á Hotel Vágum. Annaðhvørt á veg inn ella út. Tá flogið varð. Nú síggja vit longu, at tey biða um fleiri nætur her. Tí nú er tað jú líka lætt at sleppa busstúrar á meginøkinum, um tú býrt í Vágum ella í Havn.
Fótbóltslandsdystirnir eru altíð góðir fyri fullum húsum, og tað er langt síðan umbiðið í tí sambandinum. Tað hendir beinanveg, lutakastið hevur verið, sigur Kári Hentze, leiðari á Hotel Vágum.
Skeiðvirksemið verður eisini meira í vetur, enn vanligt hevur verið, sigur hann. Tað eru føroyskar fyritøkur, sum halda skeið á hotellinum, og í ár eru fleiri nýggir kundar, sum ikki hava verið á Hotel Vágum í slíkum ørindum fyrr. Og leiðarin á hotellinum ivast ikki í, at tað er fasta sambandið, sum ger tað.
Hotel Vágar hevur seinnu árini havt føst tiltøk út eftir várinum. Tað hava verið dansikvøld, vínsmakkingar og úrferðir við borðhaldi og dansi aftaná. Vanliga hevur so borið til at fáa gisting við í einum pakkatilboði. Fleiri fyritøkur hava gjørt nýtslu av hesum tilboðunum og brúkt tey sum eina firmaútferð.
Ætlanin var fyrst í februar í ár at hava eina vínsmakking, men vegna forfall er tað tiltakið flutt eitt sindur og ikki endaliga fastlagt enn.
Eitt stórt dansitiltak verður tó í februar og eitt verður í mars, sigur Kári Hentze.
Útferðirnar verða, sum vanligt hevur verið einaferð í apríl. Tað verður eisini lýst nærri seinni, sigur hann.
Um summarið plagar Hotel Vágar at skipa fyri sonevndum Føroyakvøldum. Og tey verða eisini í summar. Hvørt leygarkvøld frá fyrst í juni og restina av summarárstíðini verða Føroyakvøld við føroyskum mati og mentan á Hotel Vágum.
Fyrr hevur veirð soleiðis, at hesi tiltøk enda umleið klokkan tíggju-ellivu á kvøldi. Men so verður ikki í summar, tí hildið verður fram við gamlamannadansi út á náttina hvørt leygarkvøld alt summarið ígjøgnum, sigur Kári Hentze, leiðari á Hotel Vágum.
Sum nakað heilt nýtt er hotellið eisini farið at bjóða ítróttarfeløgum at leggja venjingarlegur í Vágum við Hotel Vágum sum miðstøð.
Næsta vikuskiftið fer hondbóltsfelagið Neistin á venjingarlegu í Vágum, har gist verður á hotellinum, og ymsu ítróttarligu tiltøkini so verða hildin á ítróttarøkjunum í oynni.
?Vágar eru heilt væl egnaðar til slík tiltøk, vísir Kári Hentze á. Her eru tríggir fótbóltsvallir. Ítróttarhøll er á Giljanesi. Stór fimleikarhøll og svimjihøll eru í Sørvági. Umframt er so Hotel Vágar, sum er væl egnað til at hýsa ítróttarfólkum við eitt nú sonevndum »twin-rúmum« við sjónvarpi og skrivimøguleikum umframt vanligum skeiðstovum eisini.