Hotel Vágar nýggja bókingarskipan

Hotel Vágar fær í næstum nýggja skipan, sum ger tað møguligt hjá fólki at síggja á internetinum, um nakað kamar er tókt og samstundis bíleggja beinleiðis

Tað verður í framtíðini lættari at biða um innivist á Hotel Vágum. Væl at merkja, um tú hevur internetsamband. Tí skjótt fer at bera til at bíleggja kamar umvegis internetið, og tú sært eisini við tað sama, um nakað rúm er tókt, og hvar tú fert at búgva, tá tú kemur á hotellið.
Hetta hevur eisini fyrimunir fyri, tey, sum starvast á hotellinum, sigur Kári Hentze, leiðari á Hotel Vágum. Tí nýggja skipanin ger, at nú verður ikki neyðugt hjá starvsfólkinum at nýta so nógva tíð at leita og skráseta, sum neyðugt er, tá øll skulu ringja og bíleggja um telefonina.
Tá skal starvsfólkið fyrst tosa í telefon við kundan. Síðan leita eftir møguligum leysum rúmum, fyri at enda at boða frá aftur til kundan um, hvat og hvussu.
?Vit hava ikki fast fólk í móttøkuni, sigur Kári Hentze, og tað ger, at tað kann henda, at tann, sum tekur telefonina, ikki er staddur júst har, listin liggur. Tí kann nógv eykaarbeiði spyrjast burturúr, áðrenn avgreiðslan er liðug.
Við nýggju skipanin slepst undan øllum hesum, og kundin veit við tað sama, hann hevur trýst á knøttin, at hann hevur fingið eitt kamar.
Kári Hentze roknar við, at tað í stóran mun fyrst vera ferðaskrivstovur og fyritøkur, sum far at nýta hendan nýggja háttin at checka inn. Men tað ber sjálvandi eisni til hjá vanligum fólki. Goldið verður við korti um internetið, sigur hann. Hann væntar sær nógv av hesi nýggju skipanini, sigur leiðarin á Hotel Vágum.
Tað er Flogfelag Føroya, sum eigur Hotel Vágar. Flogfelagið leigar eisini bilar út, og Kári Hentze sigur, at tey arbeiða eisini við at fáa leigubilarnar inn í hesa online skipanina, so fólk eisni umvegis internetið kunnu leiga sær ein bil.
Flogfelag Føroya og Hotel Vágar vóru við á VestNordenTravel Mart ferðavinnustevnuni í Reykjavík í seinastu viku.
Kári Hentze sgiur, at nakað av fólki vitjaði básin hjá teimum, men tey meta seg kortini onkuntíð at hava havt fleiri vitjandi á slíkum stevnum. Tað vóru fleiri gamlir kenningar, sum vitjaðu aftur, sigur hann.
Leiðarin á Hotel Vágum tekur væl ímóti ætlanini hjá Atlatnsflogi um at fara at flúgva ferðafólk við tyrlu til Mykinesar hvønn leygardg komandi summar.
?Eg meti, at tað kann geva okkum nakrar møguleikar á Hotel Vágum, sigur hann. Fólk, sum koma og fara um flogvøllin, hava stutt at fara til hotellið. Tað er ideelt til yvirnátting her, og vit kunnu eisini selja hesar túrarnar til fólk, sum vit frammanundan hava á hotellinum, heldur hann.
Hann kennir annars lítið til hesa ætlanina, men metir at eitt nú matpakkar til slíka rútferðir kann Hotel Vágar saktans lata fólki.
Um árið, íð nú líður so væl, sigur Kári Hentze, at tða hevur verið hampiligt hjá hotellinum.
Og tað, ið eftir er, sær ikki so galið út heldur. Hotel Vágar plagar at skipa fyri ymsum tiltøkum. Serliga hesa tíðina til jólar eru fleiri jólaborðhald, sum tey flestu longu eru útseld í ár. Vínsmakking er eitt tiltak, hotellið plagar at hava, og okkurt slíkt er í umbúna, sigur Kári Hentze.