Hotel Hafnia 3,6 milliónir í yvirskoti

Úrslitið hjá P/F Hotel Hafnia fyri 2018 vísir eitt avlop upp á góðar 3,6 milliónir krónur í mun til 2,3 milliónir krónur árið fyri. Tað vísir ársroknskapurin, sum er kunngjørdur á roknskaparsíðuni vinnuvitan.biz

Bruttovinningurin hjá Hotel Hafnia í fjør var upp á slakar 25,8 milliónir krónur. Starvsfólkakostnaðurin var upp á 17,8 milliónir krónur. Úrslitið fyri skatt var 4,23 milliónir krónur.

##med2##
Eginognin hjá P/F Hotel Hafnina er nú upp á 24,5 milliónir krónur. Langfreistaða skuldin er slakar 75 milliónir krónur, sum er munandi meira, enn hon var árið fyri, tá hon var slakar 49 millióir krónur.
Umframt Hotel Hafnia, so er felagið í ferð við at byggja nýtt hotel, Hotel Brandan, á Oknarvegi í Havn.
##med3##