Tað var um hálvgum tvey tíðina okkara tíð í dag, at tað sást á marinetraffic.com, at hospitalsskipið Mercy, sum amerikanski forsetin Donald Trump sunnudagin segði, at hann hevði sent til Grønlands, loysti frá landi við skipasmiðjuna Pinto Island Shipyard í býnum Mobile í statinum Alabama.
Skipið er nú í Meksikanska Flógvanum.
Hóast vit kunnu síggja Marinetraffic.com, at skipið legði frá landi klokkan 13.30 okkara tíð, so sæst ikki í skipanini, hvaðar leiðin gongur, sum sum vit vanliga síggja á mairinetraffic.com
Donald Trump skrivaði á sosiala miðlinum sínum Truth Social, at skipið skal til Grønlands at taka sær nógvum sjúkum fólkum, sum eru har.
Tá vit hugdu á marinetraffic.com fyrr í dag – beint áðrenn skipið legði frá bryggju, segði skipanin, at skipið hevði ligið við bryggju har síðani august.
Greitt er ikki, um skipið veruliga er á veg til Grønlands.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##














