Hospitalið í Havn

Hetta hevur verið brúkt í stóra átakinum úr Klaksvík, so lat okkum fylgja tankanum.

Tey allar flestu kenna Argja Hospitalið av navni. Hospitalið hevði fleiri hundrað ár á baki. Stutt eftir siðaskiftið um 1550 sæst í dómsúrskurði, at peningur skal latast Argja Hospitali. Óivað er hospitalið nógv eldri. Katólska kirkjan var kend fyri at hjálpa teimum sjúku og veiku, og Kirkjubøur var eitt av høvuðssetrunum í Norðurlondum tá. Hospitalið tók sær av fólki úr øllum Føroyum, ikki bara spitalskum.
Argja hospital varð tikið niður, og 1829 varð nýtt sjúkrahús – Færø Amts Hospital – bygt norðan fyri Runding við Vestaruvág. Hospitalið varð víðkað við skurðstovu og »cellu« til sinnisveik. Húsið varð nýtt sum sjúkrahús í eina øld. Tað er til enn undir navninum Gamla Hospital.
Lat okkum skoyta uppí, at 1908 varð Sanatoriið í Hoydølum bygt. Har vóru tuberklasjúklingar innlagdir úr øllum Føroyum til viðgerðar, og ikki minst so teir ikki smittaðu onnur. Tíbetur varð húsið tikið til aðra nýtslu umleið 1960, tá tuberklasjúkan var at kalla bæst.
1898 varð Klaksvíkar Sjúkrahús bygt.
1904 varð Suðuroyar Sjúkrahús bygt.
1924 var nýtt sjúkrahús bygt úti í Sandagerði.
Einir fimm bygningar komu afturat: Barnabarakkin, TB og Skemman eru burtur í dag. Gikt og epidemi eru nú skrivstovur.
Barakkin fram við vegnum kom, tá tuberklakanningarnar vórðu fluttar úr Hoydølum, ein fyribilsloysn, sum nú er hálva øld gomul.
Í 1960 árunum var eitt megnararbeiði í gerð. Oman fyri vegin fingu vit Statshospitalið, eitt risaframstig fyri tey sálarsjúku, sum frammanundan vórðu send á sjúkrahús Nykøbing Sjælland.
Niðan fyri vegin varð bygt við norðara enda á Dronning Alexandrines Hospital. Stórur bygningur í átta hæddum, so nú var pláss fyri víðkaðum virksemi.
Um hetta mundið var tað, at serdeildir stinga seg upp, og roynt var at savna serdeildirnar á størri sjúkrahúsum. Helst hevur hugsanin verið, at eisini vit skuldu hava eitt meginsjúkrahús. Navnið varð broytt frá Dronning Alexandrines Hospital til
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ.
Í 1973 varð seinasta hæddin tikin í nýtslu, og eftir fáum árum vóru einir 10 føroyskir serlæknar í starvi.
Í 1980 árunum metti danska Heilsustýrið, at Landssjúkrahúsið var nær um á hædd við donsk sentralsjúkrahús.
Nýliga er bygt afturat, so tað er munandi arbeiðsligari á ávísum økjum, men tað skal meira til, um vit skulu fylgja við tíðini.
Ein ógvuslig hóttan er, at vit eru við at missa støði sum partur av útbúgving av læknum.
Fylgja vit ætlanini hjá heilsumálaráðharranum at spjaða serdeildirnar, fær sjúkrahúsverkið og harvið alt heilsuverkið afturstig.
Nú skulu vit hava trý sjúkrahús á trimum matriklum. Hví skal hetta setast so hvast upp nú.
Vit eiga at fáa at vita, hvat liggur aftanfyri.