Møguleikan at doyggja i frið.
Okkum tørvar eitt Hospic her i Føroyum. Sum støðan hjá doyggjandi er i dag so er sjáldan møguleiki hjá okkum at velja hvar vit vilja doyggja.
Vit fara øll at doyggja, tað er fakta.!
Støðan er tann at fleiri eldri sum eru doyggjandi og búgva á røktarheimum, koma á sjúkrahús tá tíðin er komin. Eg veit at nógv eru sera kedd um tað. Ein orsøk til at tey vera flutt á sjúkrahús sigst vera at ikki eru nokk av sjúkrarøktafrøðingum á røktarheimum til hesa uppgávu.
Eg haldi tað hevur so stóran týdning at vit hava møguleikan at velja, um tað ber til, hvar og hvussu og ikki minst saman við hvørjum vit vilja fara foldum frá.
Eitt Hospis kundi veri staðsett á einum friðaligum og vøkrum stað í nátturuni.
Hyggja vit at londunum rundan um okkum, finna vit Hospis allastaðni.
Her arbeiða fólk sum hava djúpa viðring fyri lívinum og at livið eisini hevur ein enda. Læknar, sjúkrfrøðingar og fysioteapeutar eins og prestar eru dagligu starvsfólk á einum Hospic. Avvarandi hava altíð atgongd og øll viðger er í samráð við tann doyggjandi.
Endamálið er at geva tí doyggjandi linnandi viðger tað síðstu tíðina. Linnandi viðger og umsorgan bæði til kropp og sál. Og tí er eisini ein prestur knýttur at staðnum, til tey sum vilja tað.
Eg síggji fyri mær at eitt Hospis kann vera her í Vesturbýnum. Tætt við Landssjúkrahúsið.
Hetta vil eg arbeiða fyri at fáa í lag.