Øll tosa um fulltrúan. Men fulltrúin tosar ikki við nakran.
Í løtuni verður bíðað eftir, hvat uppsagdi fulltrúin á Fiskimálaráðnum ætlar sær at gera. Hann hevur fingið at vita, at hann verður uppsagdur, tí Løgtingsins umboðsmaður hevur átalað viðurskifti á Fiskimálaráðnum. Hann umhugsar støðuna, og tí er enn ikki greitt, um talan verður um eitt mál, ið verður reist ímóti Fiskimálaráðnum.
Ábendingar eru um, at farið er lætt um fleiri reglur og mannagongdir, tá hann varð sagdur úr starvi. Tað siga í øllum førum fýra fakfeløg, sum hava sett seg inn í málið. Grov brot eru framd á galdandi rættarreglur, sáttmála og almenna uppsagnarpolitikkin, siga fakfeløgini, sum meta hesi brotini vera nógv grovari enn málið, ið førdi til átaluna frá løgtingsins umboðsmanni.
Tað eru álvarsligar ákærur, sum kunnu fáa fylgjur fyri landsstýrismannin, ið segði fulltrúan úr starvi, um tær eru rættar.
Eitt álvarsmál
Ein landsstýrismaður er áður uppsagdur av løgmanni, tí hann breyt almenna starvsfólkapoltikkinum. Annlis Bjarkhamar mátti fara frá sum landsstýriskvinna við mentamálum, tí ivi var um, hvørt hon hevði fylgt landsins starvsfólkapolitikki. Tað málið er til viðgerðar hjá løgtingsins umboðsmanni, so enn er ikki greiða fingin á, um hon gjørdi nakað galið.
Niels Winther, formaður í Búskapar- og løgfrøðingafelagnum, veit væl, at starvsfólkamál áður hava fingið avleiðingar, tí starvsfólkapolitikkurin hevur livið í klemmu, men hann heldur hetta málið vera uppaftur álvarsligari.
? Starvsfólkapolitikkurin er bara ein vegleiðing. Í hesum føri er talan um brot á galdandi rættarreglur og sáttmála, og tað er meira álvarsligt, enn tá starvsfólkapolitikkurin er brotin. Eg fái ikki sagt so nógv um málið enn, tí fulltrúin hevur ikki gjørt av, hvat hann vil, men vit hava kortini valt at gjørt vart við okkum, tí so nógv prinsipp eru brotin, sigur Niels Winther.
Kanska offraður
Búskapar- og løgfrøðingafelagið, Starvsmannafelagið, Magistarafelagið og Verkfrøðingafelagið átala øll harðliga, at ein einstakur fulltrúi uttan leiðsluábyrgd verður sagdur úr starvi sum avleiðing av øllum teimum átalum, sum Fiskimálaráðið hevur fingið. Tað stendur millum reglurnar, at fulltrúin er offraður, tí løgtingsins umboðsmaður í fleiri førum hevur funnist at umsitingini hjá Fiskimálaráðnum.
Í ítøkiliga førinum er talan um eina umbøn um alment innlit, sum ikki er svarað. Men maðurin hevur eftir øllum at døma ikki áður fingið eina ávaring. Hann gerst liður í einari upprudding, sum enn ikki hevur nakað ávíst mið ella mál.
Harafturat er síðan komið fram, at uppsøgnin skal vera grundað á persónlig viðurskifti. Sosialurin skilur, at einki stendur um tað í fyribils hoyringsskrivinum, sum maðurin hevur fingið, og sostatt er navnið á viðkomandi fulltrúa dálkað óneyðugt.
? Tað er tilvildarliga hesin maðurin, sum stendur fyri skotum, og tað mugu vit átala. Um vit gera meira við málið, veldst um, hvat maðurin sjálvur vil, sigur Niels Winther, formaður í BLF.
Tað eydnaðist ikki Sosialinum at fáa viðmerkingar frá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, til tað, sum fakfeløgini føra fram.