Hallstein Sigurðsson hevur búð í Nuuk í Grønlandi í nøkur ár, har hann arbeiðir hjá Tele-Post.
Í Reykjavík eru tveir mans á grønlendska trolaranum Polar Nanoq varðhaldsfongslaðir, meðan kanningararbeiðið fer fram í málinum um Birnu Brjánsdóttir, ið hvarv í Reykjavík um vikuskiftið, meðan trolarin eisini lá við bryggju í Íslandi.
Hallstein Sigurðsson sigur, at støðan heilt víst hevur ávirkan á grønlendska samfelagið.
- Men fólk siga ikki nógv, og ongin veit heldur hvør tað er, ið hetta snýr seg um. Men ongin ivi um, at samfelagið er skelkað, sigur Hallstein Sigurðsson, ið minnir á, at talan er um lítið samfelag, og at enn er bert talan um varðhaldsfongsul, og ongin er skuldettur.
- Fólk eru kedd. Grønlendingar eru kesluborið fólkaslag, og grønlendska samfelagið hevur ikki brúk fyri slíkum, sigur Hallstein, ið sipar eittnú til, at grønlendingar nú ikki kenna seg tryggar í Íslandi, eftir at sjómenn í landi hava verið fyri ymsum hendingum, eittnú at verða riknir út úr sølubúð, har teir ætlaðu at keypa góðgæti og bløð.
- Fólk her tosað ikki nógv um hetta, men tað merkist, og til dømis haldi eg, at á mínum arbeiðsplássi í dag var tað eg, ið var mest áhugaður í at fylgja gongdini í málinum, sigur Hallstein Sigurðsson í telefonini úr Nuuk í kvøld.