20 ára gamla Birna Brjánsdóttir hevur verið horvin síðani tíðliga leygarmorgunin. Seinasta nýggja í málinum er, at skógvar hennara eru funnir í Hafnarfirði, eins og at seinastu signalini frá telefon hennara koma haðani. Samstundis verður bíðað eftir, at trolarin Polar Nanoq kemur aftur til Íslands. Polar Nanoq fór av Hafnarfirði leygarkvøldið. Onkur av manningini hevði leigað ein reyðan Kia Rio, sama slag av bili, sum sæst á kykmyndabrotum úr Reykjavík um tað mundi, sum Birna Brjánsdóttir hvarv.
Kvennablaðið skrivar, at Birna Brjánsdóttir var í samband við onkran av manningini umborð á Polar Nanoq umvegis Tinder, náttina hon hvarv.
Íslendskir miðlar skrivar eisini, at servand íslendsk løgreglufólk hava verið umborð á Polar Nanoq í gjárkvøldið og hava avhoyrt manningina. Grim Grimsson, kanningarleiðari, noktar tó fyri íslendskum miðlum, at nakar er skuldsettur í málinum. Hann vil heldur ikki váttað søgurnar um, at løgreglan hevur verið umborð á grønlendska trolaranum.
Birna Brjánsdóttir var seinast sædd í miðbýnum í Reykjavík tíðliga leygarmorgunin. Íslendska løgreglan hevur funnið tekn frá telefon hennara í Hafnarfirði og tí verður mett, at hon er farin upp í ein bil og til Hafnafjarðar. Í Hafnafirði hevur løgreglan eisini funnið skógvarnar hjá Birnu Brjánsdóttir. Løgreglan hevur eisini lagt hald á ein reyðan Kia Rio, sum møguliga er bilurin, sum hon koyrdi við til Hafnafjarðar.
Á vakmyndatólum sæst fyrst Birna Brjánsdóttir ganga framvið, áðrenn ein reyður Kia Rio koyrir framvið mótsattan veg. Beint eftir sæst ein maður í hvítum skóm renna somu leið, sum Birna Brjánsdóttir fór og lítla løtu seinni rennur ein maður mótsattan veg aftur. Illgruni er um, at maðurin er úr reyða Kia Rio bilinum og at Birna Brjánsdóttir er farin við bilinum til Hafnafjarðar.
Seint í gjárkvøldið gingu leysasøgur um, at líkið av Birnu Brjánsdóttir var funnið við Hvaleyrarvatn. Hetta avsannaði løgreglan tó seinni í nátt.
Polar Nanoq er í løtuni á veg aftur til Íslands og leggur væntandi at bryggju í kvøld.
Bjargingarfólk hava leitað eftir Birnu Brjánsdóttir seinastu dagarnar, men góvust í gjárkvøldið. Tey byrja aftur, um nýggjar upplýsingar koma fram í málinum.
Løgreglan kannar enn málið og fer aftur í dag at seta seg at hyggja gjøgnum nógvu vakmyndatólini úr miðbýnum, fyri at vita, um nøkur tekin eru til Birnu Brjánsdóttir. Eisini fer løgreglan at kanna signalini frá fartelefon hennara nærri, fyri at fáa eina betri mynd av, hvar hon hevur verið og hvagar hon kann vera farin.