Horvna gentan: Ein triðji maður handtikin

Nú eru tríggir av manningini á Polar Nanoq handtiknir, tí løgreglan væntar, at teir vita meiri um, hvat er hent Birnu Brjánsdóttir

Tá tyrlan við servandum løgreglumonnum fór úr Reykjavík beint um miðdagsleitið í dag, fór hon út til Polar Nanoq. Grønlendski trolarin var tá komin inn á íslendskt sjóøki og løgreglumenn loraðu seg niður á skipið og tóku ræði á tí. Tað greiðir Grímur Grímsson, kanningarleiðari, frá.

 

Hann sigur, at løgreglumenninir, sum fóru út við tyrluni í nátt, vórðu settir á Triton, danska verjuskipið, tí tá var Polar Nanoq framvegis ikki komin í íslendskan sjógv.

 

Seinnapartin í dag boðaði íslendska løgreglan frá, at tveir av manningini, tveir grønlendingar, vóru handtiknir og at løgreglan ynskti at avhoyra teir, tá trolarin kemur til lands. Í kvøld hevur løgreglan boðað frá, at ein triði maður umborð á Polar Nanoq eisini er handtikin. Eisini hann er grønlendari, sambært Vísir.

 

Teir tríggir skulu avhoyrast, tá Polar Nanoq kemur til Íslands, væntandi um ellivutíðina í kvøld. Løgreglan vónar, at teir tríggir kunnu greiða nærri frá, hvat er hent Birnu Brjánsdóttir leygarmorgunin. Teir tríggir menninir eru ikki avhoyrdir enn. Teir hava fingið tilboð um at úttala seg til løgregluna, men enn hava teir einki sagt. 

 

Sambært RÚV verða teir tríggir menninir afturhildnir hvør sær umborð á skipinum, fyri at teir ikki skulu tosa sínámillum. Menninir eru tó ikki skuldsettir fyri nakað enn, sigur Grímur Grímsson. 

 

Tá Polar Nanoq leggur at bryggju í kvøld, fer íslendska løgreglan at rannsaka skipið. Tó leggur Grímur Grímsson dent á, at eingin orsøk er til at halda, at Birna Brjánsdóttir er ella hevur verið umborð á trolaranum.

 

Fyrr í dag skrivaði Morgunblaðið, at vakmyndir frá havnalagnum í Hafnafirði vísa, at tveir mans komu úr reyða Kia Rio bilinum og fóru umborð á skipið leygarmorgunin. Løtu seinni fóru teir íaftur bilin og koyrdu sær ein biltúr. Eingi tekin vóru til Birnu Brjánsdóttir á vakmyndunum. 

 

Grímur Grímsson segði við RÚV í kvøld, at enn vita teir ikki, hvar Birna Brjánsdóttir er. 

- Vit eru í ferð við at leggja brotini saman. Hetta er eitt slíkt brot, sum leiðir okkum nærri loysnini, segði Grímur Grímsson við RÚV. Hann segði eisini, at rannsakanin av reyða Kia Rio bilinum, sum manningin á Polar Nanoq hevði leigað, framvegis ikki er liðug. Hann segði einki um, hvørt nakað var funnið í bilinum. Ikki er greitt, um hann, ið leigaði bilin, er ein av handtiknu monnunum.