Horsens skal spæla um niðurflyting

Hóast sigur í kvøldsins dysti, skal AC Horsens spæla avgerandi dyst um ikki at flyta niður

Føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, spældi allan dystin á sentrala miðvøllinum hjá AC Horsens, tá teir í kvøld vunnu 1-0 á heimavølli móti Viborg.

 

Men hóast sigur í kvøld, var talan ikki um eitt nøktandi úrslit fyri AC Horsens, sum í fyrru uppgerðini móti Viborg tapti 3-0.

 

Sostatt endaðu dystirnir samanlagt við 3-1 sigri til Viborg,

 

Sostatt skal AC Horsens spæla ímóti taparanum av antin AGF ella Esbjerg í tveimum uppgerðum, har taparin av teimum uppgerðunum flytir beinleiðis niður í næstbestu deildina, meðan vinnarin av teimum uppgerðunum møtir nummar tvey úr næstbestu deildini, har feløgini skulu spæla um upp og niðurflyting