Í kvøld klokkan 19 fer Havnar Ungdóms Hornorkestur og orkestrið Spírar at hava konsert í Miðlahúsinum H.U.H hevur verið virki í fleiri ár. Síðstu tvey árini eru fleiri av teimum eldru spælarunum fluttir av landinum í lestrarøðrindum og hevur orkestrið síðani fingið fleiri nýggjar spælarar.
Bæði Spírar og H.U.H eru tónleikabólkar á Tórshavnar Musikkskúla. Venjarar hjá H.U.H eru Ken Jones og Ólavur Olsen og í Spírum Ken Jones og Bjarni Berg
Konsertin verður sum áður nevnt í kvøld kl 19.00 í Miðlahúsinum og er hon ókeypis.










