Horntónleikur í Miðlahúsinum.

Í kvøld kl 19.00 fer Havnar Ungdóms Hornorkestur og Tórshavnar Messing Kvintett at hava konsert í Miðlahúsinum.

 

Bæði orkestrini eru partur av Tórshavnar Musikkskúla. Venjarar hjá H.U.H eru Ken Jones og

Ólavur Olsen. Leikararnir í Tórshavnar messing kvintett eru Ken Jones, Karolina Hentze, Birita Mortensen, Niclas Mouritsen og Regin Berg.

 

Kvintettin byrjar konsertina. Á skránni er rættuliga blandaður tónleikur so sum The Entertainer av Scott Joplin og Frère Jackues, ið er eitt tratitionelt franskt lag, arrangerað av John Iveson.

 

Hornorkestrið kemur síðan við løgum sum Serenade av Johnny Heynes, Føroyar mín móðir av Knút Olsen og Westward Ho, ið er ein marsjur av Edwin Sirth.

 

Konsertin verður sum áður nevnt kl 19.00 týskvøldið og konsertin er ókeypis.