Hornorkestur blást í 41 ár á rað

Komandi vikuskiftið skipar Havnar Hornorkestur fyri árligu musikstevnuni fyri hornorkestur og harmoniorkestur. Konsertirnar vera í høllini á Læraraskúlanum í Havn.

Hetta er størsta felags tiltakið hjá hesum orkestrum í Føroyum, og stevnan hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 1966. Orkestrini skiftast um at skipa fyri stevnuni, og í ár er tað so Havnar Hornorkestur, sum er vertur.

Í ár verður stevnan hildin yvir tveir dagar – fríggjadagin (dýra biðjudag) og leygardagin. Orsøkin til tað er, at Havnar Hornorkestur í ár hevur bjóðað øllum ungdómsorkestrunum við eisini. Tey eru sjey í tali, og tey fara at hava sínar konsertir seinnapartin fríggjadagin. Tey eru Norðljómur, Ungdómsorkestrið í Vágum/Vestmanna, Gøtu Ungdómsorkestur, Ælabogin, Klaksvíkar Ungdómshornorkestur, Látipípan og Havnar Ungdóms Hornorkestur.

Tey ”eldru” orkestrini fara at framføra sínar konsertir seinnapartin leygardagin. Tey eru átta í tali. Tey eru Havnar Hornorkestur, Eiðis Ljómfelag, Sørvágs Tónleikarafelag, Fuglafjarðar Hornorkestur, Klaksvíkar Hornorkestur, Nes Sóknar Musikfelag, Tvøroyarar Hornorkestur og Harmoniorkestrið GHM. Hvørt orkestur fær 15 minuttir til sína konsert.

Konsertirnar báðar dagarnar byrja kl. 14 og tær verða sum nevnt í høllini á Læraraskúlanum í Havn.