Hópurin móti Íslandi og Liktinstein úttikin

Håkan Ericson og Eli Hentze hava í fyrstu atløgu úttikið 23 spælarar til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein, sum verða 4. og 7. juni

Fríggjadagin 4. juni skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá føroyska liðið fyri fyrstu ferð í 17 ár aftur skal spæla venjingardyst á heimavølli. Tveir dystir eru á skránni í hesum umfarinum, sum báðir verða á Tórsvølli.

 

Tann 4. juni klokkan 19:45 koma íslendingar á vitjan, og mánadagin 7. juni, somuleiðis klokkan 19:45, verður Liktinstein mótstøðuliðið.

 

Í fyrstu atløgu hevur Håkan Ericson, landsliðsvenjari, saman við hjálparvenjaranum, Eli Hentze sent boð eftir 23 spælarum til komandi dystir. Og av teimum eru fimm, ið ikki vóru við til HM-undankappingardystirnar, sum vóru spældir í mars mánað.

 

Nýggjur í hópinum er Mattias Lamhauge úr B36. Mattias avloysir Gunnar Nielsen, ið vegna persónligar orsøkir hevur givið avboð. Hinir eru Rene Shaki Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Heðin Hansen og Andreas Lava Olsen.

 

Møguliga verður onkur spælari afturat úttikin seinni í vikuni. Atgongumerki til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.

 

Hópurin:

 

Teitur Matras Gestsson, HB

 

Tórður Thomsen, NSÍ

 

Mattias Heðinsson Lamhauge, B36

 

Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)

 

Rene Shaki Joensen, HB

 

Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)

 

Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)

 

Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)

 

Odmar Færø, KÍ

 

Heini Vatnsdal, KÍ

 

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)

 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)

 

Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

 

Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)

 

Heðin Hansen, HB

 

Tróndur Jensen, NSÍ

 

Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)

 

Petur Knudsen, NSÍ

 

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

 

Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)

 

Andreas Lava Olsen, Víkingur