Viking smíð, segði í seinastu viku fimm av 17 fólkum upp. Hetta er næstan ein triðingur av øllum í fyritøkuni.
Articon, sum er nevnt í grein á hesi síðu segði 25 fólkum upp. J & K Petersen hava fyribils sagt trimum fólkum upp, men vita ikki, hvat er í væntu. Umframt at teir hava nýtt undirveitarar, sum natúrliga eru farnir úr starvi, tá arbeiðini hava verið liðug. Norðhús hava eisini sagt onkrum manni upp.
Tískil er líkt til, at henda gongd er galdandi fyri alla føroyska byggivinnu. Tað eru serliga Íslendingar, ið fáa arbeiðini, sum tað almenna bjóðar út, tí teir hava hópin lægri lønir.
Í seinastu viku greiddi politiska skipanin frá, at hetta er ein fylgja av Íslandssáttmálanum, men at tað mugu verða marknaðarkreftirnar, ið ráða.