Hongkong er mest vitjaði býur í heiminum

Tveir europeiskir býir eru á topp-10 listanum

Hongkong er nógv tann mest vitjaði býurin í heiminum í ár. Euromonitor International hevur gjørt eina uppgerð yvir, hvussu nógv fólk vitja teir best umtóktu býirnar í heiminum í ár.

Sambært uppgerðini, sum Bloomberg endurgevur, vitja 25,7 milliónir fólk Hongkong í hesum árinum, og síðani eru meira enn fýra milliónir niður til næsta býin, sum er Bangkok. Har verður mett, at 21,3 milliónir fólk vitja í ár.

Mest vitjaði europeiski býurin er London, sum fær vitjan av sløkum 20 milliónum fólk í ár. Umframt London er bert ein annar europeisku býur á listanum, og tað er París, sum hevur 14,4 milliónir vitjandi í ár.

Topp-10 listin yvir mest vitjaðu býir í heiminum er sambært Euromonitors International hesin:
1. Hongkong - 25,7 mió.

2. Bangkok - 21,3 mió.

3. London - 19,8 mió.

4. Singapore - 16,6 mió.

5. Macau - 15,4 mió.

6. Dubai - 14,9 mió.

7. Paris - 14,4 mió.

8. New York - 12,7 mió.

9. Shenzhen - 12,6 mió.

10. Kuala Lumpur - 12,3 mió.