Tíggjunda árið á rað útpeikar Heritage Foundation í sínari árligu kanning, Index of Economic Freedom, Hong Kong sum heimsins mest frælsa búskap.
Í 2004 útgávuni av Index of Economic Freedom framgongur at lønarskatta hámarkið í Hong Kong er 15,5 prosent, og tað einans á inntøkur í Hong Kong; fortjenastur uttan fyri Hong Kong verða, eins og vinningur av kapitali, ikki skattaðar. Skattur av vinnuligum avlopi hjá virkjum er 17,5 prosent og einki áramark er fyri hvussu nógv hall av vinnuligum virksemi kunnu flytast fram roknskaparliga.
Hong Kong er ikki nakað stórt pláss, bert 1098 ferkilometrar. Men búskapurin í býnum er sera opin, og eingin tollur er á innflutning av vørum og tænastum. Fyritøkur skrásettar í Hong Kong fáa somu sømdir uttan mun til uppruna. Ongar serligar skattligar sømdir verða givnar nøkrum, og ongar vinnu-greinar eru politiskt vardar.
»Tá tú kemur til Hong Kong,« skrivar skattaráðgevingar heimasíðan OCRA.com, »veitst tú akkurát hvat tú fært: Lágir skattir á júst sama stigi sum øll onnur virkir í Hong Kong, eitt vinnuvinarligt umhvørvi, nýmótanst infrastruktur, og framúrskarandi vinnu møguleikar.«
Grundlógar tryggjað
Men fer tað vinnuvinarliga umhvørvið í Hong Kong at vara við? Og hvat er tað sum býurin bjóðar altjóða vinnu?
Enn bendir so einki á at teir kinesisku myndugleikarnir, sum yvirtóku eftirlitið við tí fyrrverandi bretsku krúnkoloniini í 1997, hava nakrar ætlanir um at broyta stórvegis um tað vinnuliga umhvørvið í Hong Kong. Eisini eru hornasteinarnir undir skipanini niðurfeldir í ta serligu Hong Kong grundlógina, og haraftur kemur tann heilt serliga kappingar- og vinnumentanin sum tykist sita sera djúpt í fólkinum í Hong Kong.
Trygdarveitingar í Hong Kong grundlógini endurspegla avgerðir tiknar seint í 1970unum og tíðliga í 1980unum tá tann kinesiska leiðslan tók eina ógvuliga tilvitaða avgerð um at leggja lunnar undir hugtakið ?eitt land, tvær skipanir.? Grundlógin garanterar týdningarmiklar partar av Hong Kong mentanini og Hong Kong sum vinnumiðdepil, ikki minst: lóg og rættur og óheftir dómstólar; opin marknaður uttan toll á innflutning; lágskatta skipan við einføldum reglum og uttan skattskyldu til meginlands Kina; frítt konvertibult gjaldoyra; og frítt kunningar flow.
Fólk í Hong Kong halda fast um tað grundlógar tryggjaða vinnuvinarliga umhvørvið. Tey vita at hetta hevur verið við til at ført Hong Kong frá krígs-sorlaðum búskapi í 1945 til eitt blómandi samfelag av 7 milliónum fólkum ídag, við einari brutto tjóðar úrtøku per íbúgva oman fyri ta hjá nógvum londum har ímillum Stóra Bretland.
Virðisbræva marknaðurin í Hong Kong er tann næst størsti í Asia aftan á Tokyo, Japan, og er nógv meira dynamiskur og betur kendur millum íleggjarar enn flestu aðrir marknaðir í Asia. Fíggjarvinnan, millum heimsins størstu út frá ávísum mátum, er samstundis millum tær best reguleraðu. Hon er væl kend fyri høg stig av ?corporate governance?, váðastýring og høg ?capital adequacy ratios? (capital adequacy ratios verða útroknað sum tann netto kapitalur ið krevst fyri at dekka átiknar uppgávur, ognir og kredittváðar í mun til búskaparligt avlop). Slíkir tættir gera Hong Kong til eitt hóskandi stað fyri útlendskan kapital til at møta tí stóra eftirspurninginum á íløgum í kinesiskt vinnulív.
Innan sjóvinnu og altjóða skipaskráseting er Hong Kong eisini at rokna millum leiðandi lond. Í hesum sambandi undirskrivaðu stjórnirnar í Hong Kong og Danmark nýliga eina dupultskatta avtalu galdandi fyri sjóvinnu.










