Hondspritt sett upp á øllum stovnum hjá Tórshavnar kommunu

Tórshavnar Kommuna tekur vandan við corona smittu í álvara, og setir nú hondspritt upp, so tað er til taks hjá borgarum.

Til tess at forða Coronavirus í at spjaða seg, verður handspritt sett upp á øllum stovnum hjá Tórshavnar kommuna. Hetta er galdandi fyri allar stovnar hjá kommununi.

 

Hetta upplýsir Tórshavnar Kommuna á tórshavn.fo.

Landslæknin mælir fólki til at vaska hendurnar væl og ofta. Hetta basir smittuni í at spjaða seg.