Hondbólturin til EM áðrenn fótbólturin

Hondbóltssambandið ætlar sær at røkka einum endaspæli áðrenn fótbólturin megnar tað.

- Øll ungdómsliðini skulu teknast til tær kappingarnar, sum eru, og komandi ár fer man so at luttaka í EM og HM undankappingunum, umframt teimum størru kappingunum sum eru, sigur skrivarin í Hondbóltssambandinum, Hallur Danielsen.

 

Luttøkan í altjóða kappingunum er liður í einari størri ætlan hjá Hondbóltssambandinum um, at Føroyar, upp á longri sikt, skal vera ført at kappast á jøvnum við aðrar hondbóltstjóðir. Stóra fyrimyndin fyri tilgongdini er lítla landið við teimum stóru leikarunum, Ísland.

 

- Ísland hevur tær somu landafrøðiligu avbjóðingarnar, sum Føroyar hava. Vit hava helst hægsta tal av hondbóltsíðkarum per íbúgva - áleið fimm prosent. Til samanberingar, so eru tað kanska 2,5 prosent av dønum, sum íðka hondbólt, sigur Hallur.

 

Ísland leikti, hóast landafrøðiligu avbjóðingarnar, í OL finaluni í hondbólti í 2006, og Honbóltssambandið ætlar sær eisini at røkka endaspælinum í størri kappingunum.

 

- Føroyskur hondbóltur skal vera kendur kring heimi, og vit ætla okkum, innan ikki ov langa tíð, at røkka endaspælinum fyri ungdómsliðini. Vit meta tað eisini vera eitt realistiskt mál, at a-landsliðini, bæði kvinnum og monnum, kunnu røkka endaspølum áðrenn føroyska fótbóltslandsliðið ger tað, sigur Hallur Danielsen 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Hall Danielsen