Hondbóltsútisetar: Rói toppskjútti við 10 málum fyri HØJ

Tað gjørdist talan um ein sigur, ein javnleik og eitt tap hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag

Landsliðsspælarin, Rói Berg Hansen var flúgvandi og gjørdist toppskjútti hjá HØJ, ið spældi javnleik 32-32 móti Grindsted á heimavølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Í steðginum var Grindsted á odda 19-15. 

 

Tá átta minuttir vóru eftir av dystinum var Grindsted á odda 31-29. Tað eydnaðist HØJ at javna til 31-31, og so kom Grindsted á odda 32-31 áðrenn tað í seinasta minuttinum eydnaðist HØJ at javna og tryggja sær eitt stig. 

 

Komandi leygardag verður føroyingauppgerð millum liðið hjá Brandi Halgirssyni, Ajax og HØJ.

 

Dysturin Ajax skuldi spæla á heimavølli móti HEI Skæring í dag var avlýstur. 

 

Leivur Mortensen skoraði tvey mál fyri Odder, ið vann 33-24 á Roskilde á heimavøllli. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og var Odder bara á odda 13-12 í steðginum. Í seinna hálvleiki var klassamunur.

 

Komandi leygardag spælir Odder á útivølli móti FIF. 

 

Rókur Akralíð skoraði eitt mál tá lið hansara, Odense á útivølli tapti sera tepurt 30-31 fyri Team Sydhavsøerne. Í steðginum var heimaliðið á odda 13-12,

 

Tá ein minuttur var eftir at spæla var heimaliðið á odda 31-28. Tað eydnaðist Odense at skora tvey mál, men tað var akkurát eitt mál ov lítið til at fáa stig við sær aftur til Odense.

 

Longu mánakvøldið spælir Odense heimadyst móti Otterup. Ein dystur Rókur og liðfelagarnir mugu vinna fyri at vinna seg úr botninum. 

 

Í morgin tekur liðið hjá Sjúrði Olsen og Teis Horn Rasmussen, Tønder móti oddaliðnum, Midtjylland á heimavølli. 

 

Nr.Lið:DYSTIRSTIG
1HC Midtjylland1528
2Team Sydhavsøerne1625
3HØJ 1524
4Grindsted GIF 1724
5Odder 1716
6IK Skovbakken1616
7Ajax 1615
8TM Tønder 1513
9HEI Skæring1512
10Otterup HK1512
11Roskilde 1610
12FIF159
13Vendsyssel179
14HC Odense157