Hondbóltslandsliðið tapti fyri Bulgaria

Hóast føroyska liðið skoraði 22 ferðir, so var tað ikki nokk til at knúgva vertunum úr Bulgaria

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti spældi í dag fyrra dystin í EM undankappingini. Okkara komu væl frá byrjan, men tá alt kom til alt, so vann Bulgaria 31-22.

 

Føroyska liðið var á odda líka til stutt fyri hálvleik. Tá tók Bulgaria leiðsluna. Tær førdu 12-10 í hálvleikinum. Tað var serliga fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, at okkara mistu takið á vertunum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var munurin sjey mál.

 

Føroysku spælararnir kláraðu ikki at vinna inn leiðsluna inn aftur. Hóast okkara fingu nøkur mál móti endanum, so endaði tað við 31-22 sigri til Bulgaria. Í morgin spæla okkara móti Aserbadjan.

 

Bulgaria-Føroyar 31-22 (12-10)
Orlovetz-høllin í Gabrovo, fríggjadagin 12. juni 2015 klokkan 16
Bulgaria: Neli Dobreva 11, Veselka Nenkova Kalakunova 4, Elizabeth Omoregie 3, Sonya Bogdanova 3, Lidiya Kovacheva 2, Stefka Agova 2, Daniela Kotseva 1, Nedjalka Delcheva 1, Gloria Pavlova 1, Radostina Stefanova Genkova 1, Silvia Atanasova 1
Føroyar: Turið Arge Samuelsen 7, Liljan Djurhuus 5, Randi Wardum 3, Marjun Falkvard Danberg 2, Marianna Holm Jacobsen 2, Agnas Olsen 1, Rannvá Johannessen 1, Anna Brimnes 1
Áskoðarar: 1.000
Dómarar: Marija Ilieva & Silvana Karbeska (Makedonia)
EHF-umboð: Stella Vartanyan (Russland)