Hondbóltskappingin byrjar sum ætlað

Tvey dómarapør eru og landskappingin byrjar um vikuskiftið

Tað stendur illa til við dómarum í føroyskum hondbólti. So illa, at tað var um reppið, at landskappingin mátti fyrst útsetast, og í ringasta falli avlýsast.

 

Hetta verður nú av ongum. Í kvøld er staðfesting komin, sum sigur at landskappingin byrjar til ásetta tíð. Onkrar broytingar verða, men tað eru tvey dómarapør, sum koma at leiða fyrstu dystirnar.

 

Meiri verður at frætta um hetta málið í næstum.