Hetta vikuskiftið byrjar landskappingin í hondbólti. Okkara fremstu hondbóltsdómarar eru framvegis ikki tryggir við støðuna, og Eyðun Samuelsen frá hondbóltsdómarafelagnum heldur, at tað skal lítið til, at kappingin brennur saman.
Tað er ein mangul uppá kvalifiseraðar dómarar til Atlantic Airways kappingina, og til Elektron kappingina, og tí ber Eyðun ótta fyri, at tað fara at verða nógvar avlýsingar gjøgnum kappingarárið.
Eyðun heldur, at tað er eitt gott tekin, at 70 fólk møta til eitt dómaraskeið, og tað er eitt gott framtíðarperspektiv, men tað hjálpir ikki uppá støðuna við dómarum í Atlantic Airways kappingini og í Elektron kappingini. Eyðun heldur tað ringt at ímynda sær eina støðu, har dómarar fara at døma tveir dystir sama dag.
Undir myndini ber til at hoyra eitt prát, sum Rás2 gjørdi við Eyðun Samuelsen seinnapartin.