Hondbólturin fær víðari ræsur

Hósdagin skrivaði Hondbóltssambandið undir stuðulsavtalur við ávíkavist Føroya Tele og Coca-Cola

Fyri føroyskan hondbólt var dagurin í gjár ein sannur merkisdagur. Fyrrapartin hósdagin varð nevnliga hildin tíðindafundur, har tvær nýggjar sponsoravtalur vórðu undirskrivaðar. Sponsoravtalur, sum væntandi koma at hava alstóran týdning fyri áhaldandi menningina av arbeiðinum hjá HSF.


HSF hevur frammanundan havt stuðlar, men hesir hava mest verið avmarkaðir til leikskráirnar, landsdystir og steypafinalur. Nakran veruligan høvuðsstuðul hevur talan ongantíð verið um.

Frá hósdegnum varð hetta tó broytt, tí komandi tvey árini verður Føroya Tele høvuðsstuðul hjá HSF.

Afturfyri at lata eina ávísa upphædd, sum formaðurin hjá HSF ikki vildi upplýsa, fer Føroya Tele framvyir at fáa sítt navn fram í so at siga øllum tí, sum HSF tekst við. Hetta merkir, at felagið fær logo sítt á atgongumerki, kappingarskipan, brævpappír og annars á alt tað, sum HSF letur fara út av húsinum, eins og tað til allar dystir í fremstu mans- og kvinnudeildunum verða hongd lýsingarskelti frá Føroya Tele.

Til staðar at undirskriva avtaluna var stjórin hjá Føroya Tele, Andras Róin, og hann vísti eisini á týdningin, sum tað hevði fyri felagið at verða nevnt í positivum samanhangi úti í fjølmiðlunum.

Skemtiliga tók hann til, at fólk helst vóru troytt av at hoyra um samstarvsavtalur í Sibiria, kaðalslit og skeivar telefonrokningar, og vónaði hann, at nýggja avtalan kundi føra felagið fram á meira positivan hátt.


Steypakappingin skiftur navn

Fleiri staðni uttanlands hava steypakappingarnar seinnu árini skift navn, so hesi samsvara við navnið á stuðlunum aftan fyri kappingina.

Í nógvum førum er tað alheims risin, Coca-Cola, sum stendur aftanfyri hesar navnabroytingar, og nú er hetta so eisini komið til Føroyar.

Komandi árið eita steypakappingarnar í hondbólti ikki longur steypakappingarnar, men verður kappingin nú rópt Coca-Cola steypakappingin.

Eins og við sponsoravtaluni við høvuðsstuðulin, skrivaðu HSF og P/F Poul Hansen, sum er føroyskt umboð fyri Coca-Cola, undir avtalu hósdagin. Ein avtala, sum fyri fyrst er galdandi í eitt ár, men eftir formanni HSF?s at døma, er als ikki óhugsandi, at avtalan innan leingi verður longd við enn tveimum árum.

Eins og hjá Føroya Tele verður hjá Coca-Cola galdandi, at vørumerkið kemur at verða sjónligt í samband við steypakappingardystir. Harafturat hevur Coca-Cola eisini fingði pláss á leikskránni umframt at navnið verður prentað á øll atgongumerki, sum verða seld gjøgnum árið.

Høgni Hansen, sum vegna Poul Hansen, skrivaði avtaluna við HSF undir, tóktist eins spentir og hondbóltsmenninir um, hvussu avtalan fór at hilnast, tá hann í stuttari røðu ynskti HSF tillukku við avtaluni, sum hann vónaði kom at gagna arbeiði felagsins.


Tørvurin er har

At upphæddirnar koma at gagna arbeiðnum, tykist lítil, fyri ikki at siga eingin ivi at vera um.

Um landsliðsarbeiði greiddi Kári Mortensen, sum felstu munnu bera kenslu á, frá, at tá aðalfundurin fyri trimum árum síðani gjørdi av at fara undir aftur hetta arbeiði, varð roknað við, at framtíðin fór at betra um fortreytirnar fyri hesum.

Feløgini bóru fyrstu árini part av kostnaðinum sjálvi, tá tey, umframt at lata part av atgongumerkjagjaldinum, eisini rindaðu eina ávísa upphædd fyri hvønn landsliðsleikara.

Longu tá varð roknað við, at veddingarpengarnir eisini fóru at gerast eitt gott ískoyti, tá hesir komu, og hesir gjørdu tað eisini møguligt at fara undir arbeiðið við A-landsliðunum. Eitt arbeiði, sum inniber stórar avbjóðingar komandi tíðirnar, við dystum hjá bæði kvinnum og monnum í altjóða høpi.

Tær avtalur, sum í gjár vórðu skrivaðar undir, metir Kári hava alstóran týdning fyri framhaldandi menningina av arbeiðinum, tí hetta letur upp fyri enn fleiri møguleikum.

Umframt sjálvt landsliðsarbeiðið, gevur hetta eisini HSF víðari karmar til skeiðvirksemi av ymsum slag. Virksemi, sum kemur øllum hondbóltinum til góðar, og sjálvsagt eisini í seinasta enda landsliðnum.

Eisini legði Kári dent á, at við eini øktari eksponering av hondbóltinum veksur áhugin eisini, og at hetta aftur gevur møguleika fyri enn størri umtalu. - Alt í alt ræður um at gerast ein partur av eini positivari ringrás, sum eg haldi okkum nú vera um at gerast ein partur av, segði Kári.


Skipanin og alnetið

Umframt undirskrivan av sponsoravtalum varð eisini kappingarskipan avdúkað á tíðindafundinum, og hendan tykist í ár nógv størri í vavi, enn hon hevur verið undanfarin ár.

Jógvan Martin Mørk, formaður í kappingarnevndini greiddi frá, at orsøkin til vælvaksnu skipanina vóru tvinnar.

Onnur er, at yngru deildirnar nú verða skipaðar í ein bólk, so dystartalið hjá liðunum verður so stórt sum tilber. Eisini tí hetta minkar um óhepnu avleiðingar, sum tað hevur við sær, tá lið verða tikin úr kappingini.

Har umframt er ein onnur orsøk eisini stóra talið av liðum, sum í ár eru tilmeldað hondbóltskappingini.

Talið í ár er 176 lið, sum eru 10 fleiri enn í fjør.

Seinasti parturin av fundinum var at greiða eitt sindur frá heimasíðuni hjá HSF. Enn er hendan ikki heilt liðug, men við at fara inn á heimasíðuna hjá Útvarpinum, www.uf.fo, ber til at leita seg inn á hesa. Um eina viku ella so, verður henda løgd út á sjálvstøðuga navnaøkið, www.hsf.fo.

Tað skal ikki gerast nøkur eftirmeting av heimasíðuni her, men í stuttum kann sigast, at síðan tykist vera væl uppbygd, eins og allir neyðugir hentleikar eisini tykjast at vera at finna.