Hondbóltur: Manslandsliðið kom til Ruslands í gjár

Føroyska manslandsliðið kom í øllum góðum til Ruslands í gjár. Ferðingin úr Keypmannahavn til Moskva kendist nakað drúgv, bæði tí talan er um 2 tíma tíðarmun millum Keypmannahavn og Moskva, og tí at innferðareftirlitið í Ruslandi tekur væl longri tíð, enn vit vanliga kenna frá norðanlondunum. Harumframt var eisini ein busstúrur upp á umleið 2 tímar frá flogvøllinum til hotellið.

Í dag - 25/11 - verður fyrst skipað fyri útferð til nøkur søgulig støð í Moskva. Seint seinnapartin verður so vant í høllini, har landsdysturin skal spælast í morgin, skrivar HSF á heimasíðu síni.