##med2##
Í sendingini Hondbóltspanelið á FM1 seinnapartin hevði verturin, Sjúrður H. Hoydal valt at gera eitt seinkað Gull-radio fyri steypavinnararnar hjá kvinnum og monnum, ið var H71 í báðum førum.
Gestir vóru Maria Halsdóttir Weyhe og Annika Fríðheim Petersen frá kvinnuliðnum, Ári Egason Dam frá mansliðnum og Hallur Danielsen, hjálparvenjari hjá kvinnuliðnum.
Í Hoyvík er stór frøði um dupulta steypasigurin, men hoyvíkingar eru serliga fegnir um, at kvinnurnar vunnu sín fyrsta steypasigur nakrantíð. Hetta hava Maria og Annika eisini merkt.