Jústines Justinussen býr á Skála. Hann er giftur við Bjartu Justinussen, og tey eiga børnini Paula, Leivur, Sveinur og Rebekku. Leivur, Sveinur og Rebekka eru øll virknir hondbóltsleikarar hjá StÍF.
Pápin Jústines hevur verið venjari hjá teimum øllum í yngru deildunum. Hann er eisini venjari hjá kvinnunum hjá StÍF, har ið Rebekka er ein av lyklaleikarunum.
Jústines hevur sjálvur spælt hondbólt.
- Hann er ein ”legenda” innan hondbóltin, sigur Leivur við einum smíli.
Spældi til skaði steðgaði honum
- Tað var øðrvísi fyrr. Eg spældi hondbólt, fótbólt, flogbólt og gjørdi fimleik. Tá var tú ikki noyddur at velja, sigur Justines.
Beiggjarnir hjá Jústines, Sverri og Pole, hava eisini spælt hondbólt. Jústines gavst ikki, fyrr enn ein skaði forðaði honum í at spæla víðari.
- Hælsinan sveik, og so mátti eg gevast at spæla, sigur Jústines.
- Um tú hevði kunnað, hevði tú spælt hondbólt enn, sigur Leivur við einum smíli.
- Og eg hevði styrkt um besta liðið, leggur Jústines afturat flennandi.
Var føroyameistari í øllum ungdómsdeildum
Leivur er í dag ein av teimum bestu leikarunum hjá StÍF. Hann var tó ikki heilt ungur, tá ið hann slóg ígjøgnum á besta liðnum. Skaðar og annað forðaðu honum.
- Vit høvdu eitt gott lið sum yngri. Eg var við til at vinna føroyameistaraheitið í at kalla øllum teimum yngru deildunum. Men eg fekk ein skaða í økslini sum 16 ára gamal, og hann setti meg aftur. Skaðin spøkir enn av og á, sigur Leivur.
Sveinur leggur afturat:
- Tað vóru eisini sera nógvir góðir leikarar á bakkplássunum hjá StÍF, og tí var ikki lætt hjá Leivuri at sleppa framat.
Leivur hugsaði tó ongantíð um at gevast við hondbóltinum, hóast hann mátti dragast við nógvar skaðar og møguleikarnir á besta liðnum ikki vóru nógvir.
- Eg valdi at trekkja meg eitt tíðarskeið og so bara spæla við næstbesta liðnum. Men eg vildi ikki gevast við hondbóltinum, sigur Leivur, sum nú veruliga er vorðin ein av bestu leikarum í landinum.
Segði nei til Viborg og Vilbek
Sveinur hevur leingi verið mettur sum ein av evnaríkastu leikarunum í Føroyum í langa tíð. Hann er nú vorðin 23 ár, og hann hevur longu leikt í seks ár í bestu deildini.
Nógv hava nevnt, at Sveinur burdi fari uttanlands at roynt hondbóltsevnini, tí at hann er ein av teimum fáu føroyingunum, sum kann klára seg uttanlands.
Sveinur fekk eisini møguleikan, tá ið Viborg bjóðaði honum sáttmála. Tá var Ulrik Vilbek, núverandi lansliðsvenjari hjá donsku monnunum, venjari í Viborg. Sveinur valdi tó at takka nei til hendan møguleikan.
- Eg veit ikki, hví eg ikki tók av tilboðnum. Heini Hanusarsin sigur, at eg eri ov heimføðissligur, sigur Sveinur við einum smíli.
- Tað er eisini sera hart at fara av landinum fyri einans at spæla hondbólt. Tað kann vera einsligt, sigur Jústines.
Sveinur hevði tó umhugsað tað, um hann fekk enn eitt tilboð um at gerast yrkisleikari.
- Eg hevði kanska sæð uppá tað við øðrvísi brillum í dag, sigur Sveinur og opnar soleiðis dyrnar fyri einum møguligum tilboði frá einum útlendskum felagi.
Rebekka mansverd frá fyrsta degi
Rebekka er einans 19 ár, men hon hevur í nógv ár verið ein av bestu leikarunum hjá StÍF-kvinnunum. Longu sum ung var hon høvdið longri enn allar hinar, og hon hevur altíð skotið óvanliga hart og væl.
- Eg kom at spæla longu sum heilt ung. Tað var meira av neyð enn nakað annað, tí at tær manglaðu so nógvar leikarar, sigur Rebekka.
Hon hevur, hóast sín unga aldur, fleiri ferðir upplivað at verða mansvard. Millum annað í fyrru hálvfinaluni móti Stjørnuni, har ið Stjørnan mansvardi hana mestsum frá byrjan. Rebekka viðurkennir, at tað er ikki stuttligt at verða mansvard ofta, tá ið hon enn stendur í menning.
- Tey fyrstu árini hugsaði eg ikki so nógv um tað. Tað var deiligt at fáa ein steðg í dystinum, sigur Rebekka flennandi.
- Í seinastuni haldi eg tað tó vera rættiliga keðiligt, tí at tú verður púra tikin burturúr spælinum. Tað er eitt sindur ómotiverandi.
Hini eru øll samd í Rebekku.
- Mansverja eigur at vera síðsta vápnið hjá einum venjarar. Tí er tað ikki í lagið, at ein 19 ára gomul genta verður mansvard allan dystin, sigur Jústines.
Hondbólturin er ítriv
Hóast evnini eru eyðsýnd, hava tey trý ongantíð droymt um at gerast yrkisleikarar.
- Eg spæli, tí at eg havi hug, og eg gevist, tá ið eg ikki tími meira, sigur Leivur.
- Vit hava ongantíð hugt nakað serligt eftir hondbólti í sjónvarpinum. Tí hava eg ongantíð ordiliga havt dreymin um at gerast yrkisleikari, sigur Rebekka, sum hevur verið á hondbóltseftirskúla í Danmark. Hon gavst tó, tí at hon hevði ikki hjartað við.
- Eg fór niður, tí at øll onnur søgdu, at eg skuldi fara at royna hondbóltsevnini. Eg vónaði ikki, at eg slapp inn, men tað gjørdi eg. Eg gavst, tí at tað var ikki eg. Eg eri ov føroysk, sigur hon við einum skeivum smíli.
Tey eru øll samd um, at StÍF verður einasta liðið, sum tey fara at spæla fyri í Føroyum.
Jústines er longu byrjaður at venja abbasonin Bjarna, og hann er longu grovur, hóast hann ikki er farin í skúla enn.
Tað verður spennandi at síggja, um hann eisini kann gerast ein av fremstu hondbóltsleikarum í landinum.
Fakta:
Jústines, 52 ár – Arbeiðir á Havsbrún sum fíggjarleiðari
Leivur, 26 ár – Maskinskúlanæmingur – eigur sonin Bjarna við Sólvá í Selvindi
Sveinur, 23 ár – Arbeiðir hjá Tryggingarfelagnum Føroyar
Rebekka, 19 ár – Gongur á studentaskúlanum á Kambsdali
Rebekka um kvinnur í politikki
- Eg haldi ikki, at javnstøðulógin skal koma ígjøgnum. Fólk skulu veljast inn, og vit skulu ikki avmarka fólkaræði á nakran hátt. Men tað eru ov fáar kvinnur í politikki.
Leivur um útlendingapolitikkin
- Tað er fínasta slag, at útlendingar koma til landið. Eg haldi tó, at útlendingar, sum koma til Føroya, skulu hava ein serkunnleika. Tað kann til dømis gerast ein tíðaravmarkaður sáttmáli, sum vit síggja við pólsku sveisarunum á Skála. Tað er tó ofta ov tvørligt at fáa uppihaldsloyvi til útlendsk ítróttafólk.
Sveinur um mat
- Eg eti tað, sum eg fái. Mær dámar best føroyskan mat og kjøtfrikadellur. Ræst kjøt er tað besta og havhestur av og á.
Jústines um føroyskan útflutning
- Tað verður tosað nógv um, at vit flyta ov nógv óvirkað av landinum. Eg haldi tó, at um tað gevur meira at selja eina hýsu heila av landinum, so skulu vit tað. Vit mugu gera tað, sum loysir seg best. Eg haldi eisini, at føroyska vinnan má finna fleiri bein at standa á.