Hondbóltur
Føroyski hondbólturin í Keypmannahavn hevur fingið eina sera góða byrjan uppá árið, og dagurin í gjár gjørdist aftur ein sigursdagur.
Kvinnurnar vunnu á Amager HK. Endaliga støðan gjørdist 29-20 eftir hálvleiksstøðuna 11-8.
Fyrstu tíggju minuttirnar vóru tað føroysku kvinnurnar, ið runnu aftaná Amager HK, sum førdi við einum og tveimum málum hesa løtuna. Men sum fyrri hálvleikur leið kom betur skil á spælið, og kvinnurnar løgdu seg á odda.
Eftir steðgin gjørdist munurin millum liðini rættiliga sjónligur, og við nógvum skjótálopum og annars góðum verjuspælið økti ÍF Føroyar støðugt um leiðsluna.
Endaliga úrslitið gjørdist eisini 29-20.
Mennirnir vunnu eisini ein tryggan sigur móti VLI á 32-26 eftir hálvleiksstøðuna 17-11. Dysturin byrjaði væl og eftir tíggju minuttum vóru mennirnir á odda 10-3. Trygt og gott spæl tryggjaði, at munurin helt sær allan fyrra hálvleik. Serliga royndist Leik Mikkelsen og langskot hansara væl.
Í seinna hálvleiki kom stígur í føroyska spælið, og eina løtu bleiv dysturin óneyðuga spennandi, tá VLI minkaði um munin niður í bara eitt, so støðan var 24-23.
Ferð kom aftur á, tá venjarin Rolf Mouritsen setti Ára Rouch aftur á vøllin, og við hansara góða yvirliti og tryggleika kom sigurin trygt í hús.
Málskjúttarnir hjá ÍF Føroyum hesir: Leif Mikkelsen 7, Helgi Justinussen 6, Róar Akralíð 5, Ári Rouch 4, Hjalti Jacobsen 3, Alex Durhuus 2, Leif Hákun Jacobsen 2,
Magnus Poulsen 1.










