Honda miðar eftir tindunum

Honda er komið við einum nýggjum sniðið av Accord, sum væntandi fer at seta nýggjan standard fyri evropiskar miðalklassabilar

Tann nýggi Honda Accord er ein bilur, sum setur ein spildur nýggjan standard fyri evropiskar miðalklassabilar.

Ikki minst er hetta tí, at hesin bilur er serligur á umhvørvisøkinum. Hann er útgjørdur við sera framkomnari tøkni at stríðast móti dálking, eins og hann hevur hópin av endurnýtslulutum. Afturat øllum hesum eru fleiri ábøtur, eitt nú dynamikkurin á karrosarínum, trygdin og formurin, sum skal tryggja Honda Accord oddaplássið, tá hugsað verður um komfort og koyrieginleikar.

Framleiðslan av Accord byrjaði í juli í fjør á evropisku verksmiðjuni hjá Honda í Swindon í Onglandi. Verksmiðjan er annars sertifiserað eftir ISO 14001 normunum.

Honda Accord fæst fyribils bert við fýra hurðum, men seinni í vár fæst hann eisini sum fimmhurðaður hatchback. Krúnan á verkinum í Accord-røðini verður kortini tann hartrópandi Type-R útgávan.

Teir hjá Honda hava gjøgnum árini prógvað, at teir eru sannir meistarar, tá tað snýr seg um motormenning, og motorarnir til tann nýggja Accord er einki undantak í so máta. Allir eru bygdir í aluminium og við 16 ventilatøkni. Støddin liggur frá1,6 til 2,2 litur, og líka mikið støddina, so megna motorarnir meira, enn flestu kappingarneytarnir. Teir báðir størstu motorarnir hava eisini tøknina, sum dálkar sera lítið, og teir kunnu lættliga vinna á ætlaðu Euro 2000 emissionsstandardin - Nordbil í Havn bjóðar royndartúr við nýggja Accordinum.