Tað er nú greitt, at Sif Gunnarsdóttir heldur fram sum stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum í fýra ár afturat.
Tað hevur aðalskrivarin í norðurlendska ráðharraráðnum, Dagfinn Hoybråten nú gjørt av og sostatt heldur hon fram sum stjóri til í januar í 2020.
Hann sigur, at tann góða gongdin í Norðurlandahúsinum í Føroyum hevur hildið fram í stjóratíðini hjá Sif Gunnarsdóttir.
- Hon hevur ment Norðurlandahúsið, serliga hevur tað eydnast henni at fáa fleiri bólkar av áhoyrarum og áskoðarum í Húsið.
Tað hevur eisini hepnast henni serliga væl at skipa fyri tiltøkum fyri børnum og ungum og at seta sjóneykuna á javnstøðu. Men framum alt hevur tað eydnast henni at draga norðurlondini til Føroya, sigur aðalskrivarin.
- Framførslurnar eru dygdargóðar og tað er stórur eftirspurningur eftir at sleppa í Norðurlandshúsið í Føroyum at framføra og at vísa fram.