Eftirlønir
Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur í sambandi skrivingina um fólkapensjónina í Sosialinum í gjár nakrar viðmerkingar til málið. Anfinn Kallsberg vísir á, at fólk endiliga ikki mugu skilja málið soleiðis, at fólkapensjónin verður tikin frá teimum, sum í dag fáa hana.
Løgmaður og Jóannis Nielsen, tingmaður, vísa á, at útrokningar vísa, at tað í framtíðini fara at vera um 10.000 pensjónistar í Føroyum. Sum nú er talið á pensjónistum í Føroyum um 6.000.
-Sum nú er talið av skattgjaldarum fyri hvønn pensjónist fimm, men í 2040 vísa útrokningar, at lutfalli fer at vera ein pensjónistur fyri hvørjar tríggjar skattgjaldarar, sigur Jóannis Nielsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
Hetta metir Jóannis Nielsen vera ein so mikið álvarsom støða, at tað skulu stig takast longu beinanvegin.
Eisini løgmaður vísir á, at við tíðini vil gerast sera kostnaðarmikið at gjalda pensjónirnar yvir skattin, at okkurt má gerast.
-Loysnin má vera, at fólk fara at spara saman á egnum føti og gjørdar verða skipanir til eftirlønir, sum ikki hvíla á landskassanum, men hetta merkir ikki, at vit ætla at avtaka fólkapensjónina nú ella í framtíðini, sigur Anfinn Kallsberg.
Skattalætti
Anfinn Kallsberg vísir á, at hetta verður ein longri gongd, men byrja kann verða í smáum. Enn er málið ikki komið somikið ávegis, at tað er greitt, hvar eftirlønirnar verða savnaðar. Vandan við stórum pensjónsgrunnum kennir Anfinn Kallsberg eisini væl vandan við stórum pensjónsgrunnum.
Jóannis Nielsen sigur, at Fólkaflokkurin leingi hevur arbeitt fyri, at skal tann einstaki fáa meira burturúr eftirløni, so verðu eisini neyðugt við privatum eftirlønarskipanum. Á henda hátt verður rúm skapt á fíggjarlógini, sigur Jóannis Nielsen.
Jóannis Nielsen sigur, at aðalendamálið við nýggja leistinum er, at meira rúm skal gerast fyri teimum veikastu.
-Fakfeløgini hava sovið í tímanum, í spurninginum um eftirlønir, sigur Jóannis Nielsen.
Jóannis Nielsen heldur fyri, at útreiðslarnar í framtíðini til pensjónir fara at hava við sær størri skattatrýst, og hetta ger tað trupult hjáføroyska samfelagnum.
-Fólkaflokkurin vísir eins og áður á, at ein skattalætti ein besta amboðið, soleiðis at fólkið fær meira at liva av, sigur Jóannis Nielsen.
Fylgjurnar í dag verða væntandi, at fólk kanska longu nú fara at byrja at spara upp. Eisini vil Jóannis Nielsen rósa Sámal Peturi í Grund fyri at hava fingið málið so langt.