Maria Skaalum Petersen er sett sum leiðari á nýggju Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.
Maria hevur seinastu 15 árini starvast sum heilsugranskari í Føroyum. Seinastu árini sum leiðari, har hon m.a. hevur verið granskingarleiðari á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi og eisini starvast sum leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking.
– Í Sjúkrahúsverkinum fegnast vit um, at vit hava fingið Mariu við í arbeiðið at menna heilsugranskingarøkið í Sjúkrahúsverkinum, og vit ynskja henni hjartaliga til lukku við starvinum, skrivar Landssjúkrahúsið.
Maria Skaalum Petersen byrjar í starvinum sum leiðari á Heilsugranskingareindini 1. juli 2023.
Ætlanin við Heilsugranskingareindini er at savna heilsugransking á einum stað fyri at fáa eitt granskingarumhvørvi, har heilsugranskarar hava møguleika fyri at sparra saman, deila vitan og royndir og á tann hátt fáa eina sínámillum synergieffekt. Á henda hátt ber til at lyfta heilsugranskingina í Føroyum upp á eitt enn hægri støði.