Hon kann blíva tann fyrsta

Fáa demokratarnir meiriluta í Umboðsmannatinginum, kann tað henda, at USA fyri fyrstu ferð fær eina kvinnu í formansstólin har.
Tann 66 ára gamla Nancy Pelosi er í øllum førum til reiðar at taka við avbjóðingini - ein avbjóðing, sum seta hana á triðovasta sessin í amerikanska valdsbýtinum næst eftir forsetan og varaforsetan.
Sjálv hevur hon umboðað Kalifornia í Umboðs­mannatinginum tey seinastu 20 árini, men teir seinastu dagarnar hevur hon hjálpt øðrum demokratiskum valevnum í valstríðnum.
Hon er kend fyri sítt sera atfinningarsama orðalag um George W. Bush, forseta og politikk hansara. Hon hevur serliga funnist at politikkinum í Irak, men hon er ikki samd við teimum demokratunum, sum vilja hava forsetan fyri ein ríkisrætt. Hon er eisini kend sum stríðskvinna fyri fríari fosturtøku og fyri mannarættindum, og hon hevur fleiri ferðir funnist at Kina og teimum vantandi mannarættindunum har.
Í Umboðsmannatinginum er Nancy Pelosi kend fyri at vera ein frælslyntur og sera virkin politikari, og fleiri hava hug at geva henni æruna av, at tað hevur eydnast demokratunum at standa saman upp undir valið í dag. Men tað merkir ikki, at formansstarvið í Umboðsmannatinginum verður nakar dansur á rósum - um hon fær tað, siga eygleiðarar.