Hon fær børnini á sjúkrahúsinum at spæla og røra seg

Spæl er ein grundleggjandi partur av at vera barn, og tað kann vera lekjandi móti sorg, pínu og stúran

Barnadeildin á Landssjúkrahúsinum hevur í eina tíð havt gleði av einari spælihetju, sum tey kalla tað.

Ein spælihetja er eitt starvsfólk, ið hevur til uppgávu at fáa børn, sum eru á barnadeildini at spæla og røra seg.

Spæl er ein grundleggjandi partur av at vera barn, og at spæla kann vera lekjandi móti sorg, pínu og stúran, sigur Landssjúkrahúsið á heimasíðu síni.

Tey siga, at hjá sjúkrarøktarfrøðingum knípir tað ofta at hava stundir til at spæla við børnini, og tí er siga tey, at tað er ein gáva, at tey hava fingið Stefanie, sum kann gera tað á ein so lættan og einfaldan hátt, sum onki hevur at gera við kanning, viðgerð ella prik.

##med2##

Stefanie Lausen er fysioterapeutur og hevur verið spælihetja seinastu tvey árini. Landssjúkrahúsið sigur á heimasíðuni, at tað hugskotið at hava spælihetjur á sjúkrahúsum, er sprottið í Danmark og varð sett í verk av Børneulykkesfonden.

Har vísti ein kanning, at hóast nógv børn vóru á sjúkrahúsum, vóru spælirúm og spælipláss tóm meginpartin av tíðini. Men tað var ikki tí at børnini ikki tímdu at spæla, men tí at teimum manglaðu onkran at spæla við.

– Tað er ofta drúgt at bíða á einum sjúkrahúsi, og ofta hava foreldur ta fatan, at børn skulu vera still og friðarlig og ikki larma, tá tey eru her í bíðirúminum, sigur Stefanie við heimasíðuna hjá Landsshúkrahúsinum.

##med3##

Tey sigam at tað eru einar 1.500 innleggingar á barnadeildini um árið og tað eru børn og ung upp til 17 ár, sum eru har.

Hjá teimum smáu snýr tað seg um at brúka kroppin, og tí gera tey ofta banar til tey at grulva ella ganga eftir. Tey spæla eisini nógv bólt, bowla, kasta og sparka, og annað.

Tað er eitt sindur verri at finna okkurt til tey eldru, men onkuntíð eru tey bara farin ein túr

– Alt ger mun. Tað snýr seg um at nýta kroppin og leiða tankarnar frá sjúku og viðgerð eina løtu, sigur Stefanie við heimasíðuna hjá Landssjúkrahúsinum.

Hetta er ein skipan, sum hevur verið í Danmark síðan 2017 og har Børneulykkesfonden hevur latið leikur, útgerð og starvsfólk til arbeiðið. Umframt á Landssjúkrahúsinum eru Spælihetjurnar at á 10 sjúkrahúsum í Danmark.

Á myndunum síggja vit spælihetjuna Stefanie, og Absalon, sum eru farin at bowla í gongini á Barnadeildini. Myndirnar eru av heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum.