Kristina Háberg er sett sum nýggjur leiðari á Sosialu deild í Havn. Her sæst hon millum Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra hjá Tórshavnar kommunu, og Heðin Mortensen, borgarstjóra

Hon er nýggjur leiðari á sosialu deild í Havn

Tórshavnar kommuna hevur sett Kristinu Há­berg í starv sum leiðara fyri Sosialu deild.

Kristina Háberg er sett sum nýggjur leiðari á Sosialu deild í Havn. Her sæst hon millum Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra hjá Tórshavnar kommunu, og Heðin Mortensen, borgarstjóra

Sosiala deild umsitur í høvuðsheitum Barn­a­verndartænastuna. Á deildini eru umleið 22 ársverk. Samlaða fíggjarætlanin fyri alt barnavernarøkið í Tórshavnar komm­unu er umleið 40 mió. krónur.

 

Kristina Háberg er útbúgvin sosialráðgevi og cand.pæd.psyk. Umframt at hava ar­beitt sum sosialráðgevi við børnum og ung­um í Keypmannahavnarøkinum og í Barna­vernd­ar­tæn­astuni í Tórshavnar kommunu, hev­ur hon síðan 2019 verið leiðari fyri Barn­a­vernd­ar­tæn­as­tuni í Vágum.

 

Kristina Háberg er byrjað í starvinum sum leið­ari fyri Sosialu deild.

 

Kristina Háberg er sett sum nýggjur leiðari á Sosialu deild í Havn. Her sæst hon millum Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra hjá Tórshavnar kommunu, og Heðin Mortensen, borgarstjóra