Hon elskar at róta í gomlum tingum

- Eg royni at velja lekkur ting burtur úr, sum eg haldi, at míni viðskiftafólk hava áhuga fyri, sigur Rannvá H. Torgarð.

Hin 1. juli í ár læt 27 ára gamla Rannvá H. Tórgarð upp egnan handil í leigaðum hølum í Jónas Broncksgøtu 34 í Havn. Handilin, sum er beint yvir av málingahandlinum Hjá Fróða, húsast á umleið 55 fermetrum.

 

Nýggi handilin, sum hevur fingið navnið Skrínið, selir ymiskt gamalt, eitt nú gamlar møblar, lampur, postalín og ymisk gomul ting.

 

- Mær dámar ógvuliga væl gomul ting, og eg hevði arbeitt í eina tíð við ætlanini, áðrenn eg læt handilin upp. At handilin fekk navnið Skrínið, hevur eisini sína søgu.

 

Rannvá H. Torgarð vísir á, at hon hevði ikki funnið navnið á handlinum, tá hon keypti sær eitt skrín, sum hon ætlaði at selja í handlinum. Tá kom henni til hugs, at navnið Skrínið hevði riggað væl til júst hetta konseptið.

 

Handilseigarin sigur, at úr úrvalinum, sum hon keypir inn at selja, eru nógvir gamlir gimsteinar, sum hon tekur til. Hon hevur lýst facebook eftir gomlum møblum og tingum, og eisini hevur hon keypt úr ymiskum deyðsbúgvum.

 

- Eg royni at velja lekkur ting burtur úr, sum eg haldi, at míni viðskiftafólk hava áhuga fyri, og eitt tað besta, eg veit, er, tá fólk ringja og siga seg hava okkurt til handilin.

 

Rannvá H. Torgarð heldur tað vera fantastiskt at sleppa at sita í kjallaranum ella í garaguni og róta í gomlum tingum og velja burtur úr til handilin.

 

- Tað er ógvuliga ymiskt, hvat eg kann fella fyri, men eg havi eitt serligt ”forhold” til gamlar lampur. Annars er áhugin stórur fyri gomlum møblum, stólum, borðum, ymiskum brúkslutum, postalíni og stellum, leggur hon aftrat.

 

Samrøðan við Rannvá H. Torgarð er í fullum líki í Vikublaðnum, sum er borið í hvørt hús í dag.