- Gransking vísir, at pinkubørn, sum svimja, gerast tíðliga sjálvbjargin, og tey hava eitt styrkt sjálvsálit. Gransking hevur eisini víst, at børn, sum eru likamliga virkin, búnast skjótari málsliga enn javnaldrar, ið ikki eru likamliga virknir.
Tað sigur Majbritt Mohr, undirvísari í pinkubarna-og smábarnasvimjing. Hetta er eitt økið, sum hon hevur brent fyri og hevur tikið sær av í fleiri ár. Hon hevur nevniliga svimjing fyri børnum úr 0 árum og upp í fýra ár. Aftrat hesum hevur hon eisini systkinasvimjing einaferð um árið, og hon er fyri børn úr 0 árum og upp í seks ára aldur.
Sjálv sigur Majbritt Mohr, at børnini í minsta lagi skulu vera tríggjar mánaðir, tá skeiðið byrjar, men tað er ongantíð ov seint at byrja, sum hon tekur til. Svomið verður í svimjihylinum í Eysturskúlanum, har umstøðurnar til undirvísing eru av teimum allar bestu.
- Vit hava leikur í hylinum, vit syngja og gera rørslur til sangirnar. Tá børnini eru so fræg, gera vit eisini ymiskar venjingar, sum eitt nú hava til endamáls at læra børnini at lívbjarga sær í vatni. Ein vaksin er altíð í hylinum saman við barninum. Børnini skulu føla seg trygg, og tey skulu hava eina stuttliga og góða løtu saman við foreldrunum, sigur hon.
Tað eru fleiri endamál við pinkubarna-og smábarnasvimjing, og hetta er eitt kent fyribrigdi víða um lond.
- Sosiala samveran millum børn og vaksin er týdningarmikil, og í svimjihylinum verður barnið stimbrað og styrkt. Í summum londum er vanligt at hava svimjihyl í garðinum, og tá vilja foreldur ofta leggja størsta dentin á, at børnini læra lívbjargandi venjingar so tíðliga sum gjørligt.
Majbritt Mohr vísir á, at granskað hevur verið í, hvønn týdning pinkubarnasvimjing hevur, og her hevur tað víst seg, at pinkubørn, sum svimja, búnast skjótari motoriskt, sosialt, intellektuelt og kensluliga enn børn, ið ikki svimja.
Tað var, tá Majbritt Mohr gjørdist mamma fyri triðju ferð í 2002, at áhugin serliga birtist fyri pinkubarna-og smábarnasvimjing.
- Eg helt tað vera ógvuliga stuttligt at svimja við dóttrini, og hon var bara seks vikur, tá vit byrjaðu. Men, tá var eingin skipað pinkubarnasvimjing í Føroyum. Eg saknaði, at eingin skipað undirvísing og ongar venjingar vóru. Tí tók eg í 2004 stig til skipaða pinkubarna-og smábarnasvimjing.
Majbritt Mohr sigur, at eitt nú í Svøríki verður nógv gjørt burtur úr pinkubarnasvimjing. Hon setti seg í samband við svenska svimjisambandið og fekk soleiðis samband við kvinnu, sum undirvísti í pinkubarna-og smábarnasvimjing.
- Eg var síðan í Svøríki í tveimum umførum, har eg fekk skeið og undirvísing, og síðan havi eg eisini verið á fleiri ráðstevnum ymsastaðni í pinkubarna-og smábarnasvimjing. Stórt fokus er á hetta økið kring um heimin, og kanningar vísa eisini, at pinkubørn-og smábørn, sum byrjaðu tíðliga at svimja, gerast betri til at takla óvæntaðar støður í lívinum, sigur Majbritt Mohr, sum eisini hevur heimasíðuna – www.pinkubarnasvimjing.fo.
Hon dylur ikki, at hon elskar at undirvísa í pinkubarna-og smábarnasvimjing, og hon vónar, at tey verða fleiri, sum koma at tekna seg til tey næstu skeiðini. Til dømis kann til stuttleikar nevnast, at á skeiðnum, sum byrjar fyrst í februar 2018, kemur ein mamma at svimja hjá Majbritt Mohr við sínum fimmta barni.










