- Man merkir væl, at tað er eitt annað bjartskygni á oynni nú, samanborið fyri einum ári síðani. Tað at fiskavirkið lat upp aftur hevur gjørt ein mun.
Tað sigur Martin Olsen, virkisleiðari í Sandoy Seafood, nú tað er eitt ár síðani, at virkið lat upp aftur, aftaná at tað hevði ligið stilt í eina tíð.
Tað tykist eisini at havt sína ávirkan á oynna. Sambært seinastu hagtølunum frá Hagstovu Føroya, so er arbeiðsloysið á oynni minka við fimm prosentum frá november 2014 til november 2015. Ein av orsøkunum er uttan iva nýggja arbeiðsplássið á oynni.
- Her starvast eini 50-60 fólk í virkinum sum nú er. Flestu teirra vóru arbeiðsleys, tá tey fingu starv her. Men vit mangla enn fólk, og eru vit í løtuni í fer at søkja eftir fleiri fólkum.
Martin Olsen metir, at fólk sum heild eru glað fyri, at lív er komi aftur í virkið, ið er eitt av størstu arbeiðsplássum á oynni.
Higartil hevur arbeiðið tó ikki verið so støðugt, sum vóna var, men nú røkist fyri, at arbeiðið verður meira samanhangandi.
- Vit byrjaðu aftur tá í januar/februar og fyrstu tíðina var arbeiðið øgiliga óstøðugt. Men síðani í heyst hevur gingist betri, og vit vænta, at tað verður meira støðugt arbeiði framyvir, sigur Martin Olsen at enda.

Hóma nýtt bjartskygni á oynni





