Holubúgvin er hjartkiptur

Framtíðin kemur ov brátt á okkum er ein av niðurstøðunum frá stórari sálafrøðiligari greining.

 

Fyrst í januar varð skipað fyri lurtivarðhaldið í 20 ymiskum londum í heiminum. Lurtivarðhald er eitt tiltak, har fólk koma saman at tosa um samfelagið og samfelagsgongdina. Tiltakið er opið fyri øll, sum hava hug. Her í Føroyum var tað á Hotel Hafnia. Tað var NOV, netsamstarv fyri Organisatiónssálarfrøði, sum skipaði fyri tiltakinum í Føroyum.

 

Samrøðurnar vóru niðurskrivaðar og samanfataðar og síðani sendar til ein altjóða felagsskap, OPUS, an Organisation for Promoting Understanding of Society, sum síðani hevur greinað og lýst evnini, sum tosað hevur verið um hesi ymisku støðini.

 

Roynt verður at finna fram til hvørji felags evni upptaka okkum og hvørjar broytingar henda frá ári til ár.

 

Eitt afturvendandi evni í hesum samrøðunum var, at fólk halda, at modernaði heimurin er ov torgreiddur. Tað er vorðið ov torført at liva og hava tamarhald á øllum. Hetta ger, at vit óttast, gevur okkum eina kenslu av at vit ikki røkka til. Vit gerast ørkymlaði og hava ilt við at taka avgerðir.

- Okkara innari holubúgvi er hjartkiptur, er niðurstøðan úr Svøríki.

 

Nøkur halda, at framtíðin kemur ov brátt á okkum, broytingarnar henda ov skjótt. Vit fáa ikki stundir at hugsa um og taka støðu til tøkniligu broytingarnar, sum henda.

 

Tey, sum hava greina samrøðurnar eru tó eisini bjartskygd um framtíðina, tí fyri fyrstu ferð síggja tey nakað jaligt. Í øllum londunum tosaðu fólk um jaligu møguleikarnar, sum liggja í smáum bólkum. Tað er lættari at finna sína egnu rødd í smáu bólkunum, sum síðani kann stuðla upp undir at tala fyri eini broyting. Framtíðin kann gerast betri gjøgnum arbeiðið hjá smáum bólkum. Tað er í smáu bólkunum, at vit finna frælsi og dirvi. Sum tey søgdu í Sveis.

- Vit leita øll eftir lukku, eftir onkrum at elska, eftir meining í lívinum.