Holst vil halda fram í Lyngby

Christian Lamhauge Holst hevur staðið seg væl á liðnum hjá Lyngby, sum liggur í toppinum í donsku 1. deild. Hendan støðan er millum annað orsaka av málunum, sum Holst hevur skotið fyri liðið. Síðsta vikuskiftið skoraði Holst bæði málini, tá ið liðið vann á Fremad Amager. Holst, sum hevur spælt tveir landsdystir fyri Føroyar, ætlar sær at halda fram í Lyngby, hóast sáttmálin við felagið gongur út við árslok.
- Eg vóni, at vit kunnu semjast um ein nýggjan sáttmála, tí eg vil allarhelst halda fram í Lyngby, sigur Holst við heimasíðuna hjá felagnum.