Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst varð eftir dystin ímóti AaB í gjár valdur til dagsins mann á heimaliðnum. Holst skoraði tvey av málunum hjá Lyngby, men tað var ikki nóg mikið til at fáa nakað stig burtur úr dystinum. Eftir dystin handaði dystarsponsoruin Moelven Christian Lamhauge Holst eina fløsku av sjampanju, tí hann var besti spælarin á heimaliðnum.