Hann skoraði mál í ársins fyrsta venjingardysti hjá Lyngby, og um vikuskiftið skoraði hann eisini í tí næsta. Hesaferð spældi Lyngby ímóti Brøndby, og úrslitið gjørdist 2-2. Holst javnaði til 1-1 beint eftir hálvleikssteðgin. Hin føroyski landsliðsspælarin í Lyngby, Tem Hansen, spældi eisini við hendan dystin.