Holst liggur til uppflyting

Lyngby vann í gjár heili 6-1 á Skjold í donsku 1. deild, og nú liggur Lyngby á næstfremsta plássinum í deildini. Hetta er eitt pláss, sum gevur beinleiðis uppflyting til superliguna. Lyngby legði harðliga fyri í heimadystinum ímóti Skjold, tí longo eftir 23 minuttir var liðið frammanfyri 3-1. Lyngby skoraði einaferð afturat áðrenn hálvleik, og í seinna hálvleiki øktu teir tvær ferðir. Christian Holst Lamhauge spældi við frá byrjan, men hann skoraði einki mál, áðrenn hann varð tikin út í hálvleikinum.